Føroyskir arkitektar vísa bústaðir fram

Hetta vikuskiftið er altjóða arkitektadagur undir heitinum Bústaðir.

Í hesum sambandi fara føroyskir arkitektar at hava eina framsýning í Múllers Pakkhúsi, har teir fara at vísa ymsar bústaðir fram

Framsýningin í Múllers Pakkhúsi er almenn og hon verður sett í morgin, fríggjadagin klokkan 16.

Á framsýningini vísa føroyskir arkitektar fram projektir av ymiskum bústøðum alt frá sethúsum til ellisheim og høvi verður at síggja hvussu bústaðarstøðan sær út í dag.

Eisini verða sýnd fram fotomyndir sum børn í Kollafjarðar Skúla, Tórshavnar Kommunuskúla og skúlanum við Løgmannabreyt í Tórshavn, hava tikið av teirra yndisstaði ella yndisrúmi.

Harumframt hevur Tórshavnar kommuna eitt stórt model av Tórshavnar kommunu við á framsýningini.

Framsýninginer opin í morgin frá klokkan 16 til 18, leygardagin frá klokkan 12 til 18 og sunnudagin frá klokkan 15 til 18.

Savnsmynd