Kunnu ikki geva frámíhjárætt
Tað skal undirstrikast, at Tórshavnar kommuna sum meginregla ger avtalur við arkitektar, verkfrøðingar og byggivirkir úr Føroyum. Og tað skal eisini undirstrikast, at tað er ongin mannagongd hjá Tórshavnar kommunu í samband við útboð av prosjekterings- ella byggiarbeiðum, sum ger møguleikarnar hjá føroysku virkjunum verri at fáa uppgávur. Samstundis er heldur ongin mannagongd sum ásetur, at føroyskir arkitektar, verkfrøðingar og byggivirkir skulu hava framíhjárætt í mun til útlendskar ráðgevarar. Og tað er júst hetta sum hevur fingið ilt í nakrar føroyskar ráðgevarar. Teirra útsagnir geva eina greiða fatan av, at føroyskir ráðgevarar halda tað verða ein sjálvfylgja, at teir fáa monopol uppá ráðgevarauppgávur í Føroyum, ella í øllum førum ein víðkaðan framíhjárætt.
Hetta ber tó ikki til, tí bæði kommunalpolitikarar og umsiting skulu virka eftir ásetingunum í kommunulóggávuni um, at røkja skattakrónurnar á bestan hátt, og tað ger man neyvan við at geva ávísum vinnugreinum serstøðu.
Globalur hughurður manglar
Fyri einum ári síðani høvdu Føroyar vitjan av fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton, og vóru øll samd um, at hetta setti Føroyar á heimskortið, og at globaliseringin nú eisini av álvara hevði rokkið hertil. Og verður hugsað um fjølbroyttan arkitektur, so hevur t.d. París, sum onkur føroyskur arkitektur nýliga hálovar í blaðgrein, ikki fingið sína serstøðu innan væleydnaðan arkitektur, við bert at nýta franskar arkitektar – tvørturímóti. Har hava arkitektar úr øllum heiminum – eisini úr Íslandi og Danmark – sett síni fingramerki.
Meðan man kann siga, at globaliseringin er galdandi fyri føroyskar byggifyritøkur, sum í fleiri ár hava verið í kapping við útlendskar byggifyritøkur – bæði íslendskar, norskar og danskar – og hava klára seg væl í hesi kappingini og hava ment seg bæði fakliga og fíggjarliga, tí tær hava tikið kappingina upp í álvara, so manglar hesin hughurður í ávisan mun hjá føroyskum arkitektum og verkfrøðingum.
Úttalilsini hjá føroysku arkitektunum og verkfrøðingunum prógva, at teir grundleggjandi eru negativt innstillaðar at kappast við útlendskar teknistovur. Hetta, hóast teirra starvsfólk ofta hava tikið sína útbúgving uttanlands, og hesi ráðgevandi virki áttu tí ikki at verið so bangin fyri at taka kappingina upp. Men tað merkir so eisini, at føroysku virkini viðhvørt mugu tola at tapa eina útbjóðing til eitt útlendskt ráðgevaravirki, sum er tað, ið er hent við t.d. røktarheiminum Yviri við Strond.
Tað er eisini eitt tekin um ein annarleiðis hugburð hjá føroysku arkitektunum og verkfrøðingunum, í mun til føroysku byggivirkini, at føroysku arkitektarnir og verkfrøðingarnir sera sjálvdan aktivt leitað sær samstarv við útlendsk ráðgevaravirki, tá tað er neyðugt, men at tað sum oftast eru útlendsku ráðgevaravirkini, sum takað initiativið og leitað eftir samstarvsfeløgum í Føroyum. Um føroysku arkitektarnir og verkfrøðingarnir ikki broyta sín hugburð til at leitað sær samstarv úteftir, er tað alt ov lætt at teir bert verða uppfataðir sum strámenn. Og vandin er eisini fyri, at føroysku ráðgevararnir fakliga stagnera.
Slíkt samstarv millum føroysk og útlendsk byggivirkir hava vit sæð í fleiri størri prosjektum – t.d. í báðum undirsjóvartunnlunum, og í onkrum førum eru føroysk byggivirkið í t.d. Grønlandi og samstarva við útlendsk byggivirkir, so eisini her eru byggivirkini frammanfyri føroysku ráðgevarafyritøkurnar.
Fleiri arbeiðir boðin út til bert føroyskar ráðgevarar
Kommunan hevur havt fleiri útbjóðingar av prosjekteringsuppgávum millum bert føroyskar ráðgevarar seinastu árini. Kann nevna prosjektering av Heilsumiðstøð við Karlamagnussarbreyt, prosjektering av vardum íbúðum á Óðinshædd og rundkoyring við Hvítanesvegin sum dømi.
Kommunan hevur eisini bílagt hópin av prosjekteringsuppgávum frá føroyskum ráðgevum uttan útbjóðing.
Kommunan hevur bjóðað bert eina prosjekteringsuppgávu út í Norðanlondum í ár, og er tað at gera prosjekt til røktarheim Yviri við Strond.
Seinkingar kosta skattaborgarunum pening
Tá kommunan skal velja ráðgevarar til ávísar prosjekteringsuppgávur verður mett um umstøðurnar í hvørjum einkultum føri. M.a. verður mett um stødd á prosjektum, kapasitet hjá teknistovum, viðkomandi royndir til tað slagið av prosjektum talan er um, hvørjar royndir kommunan hevur havt av avvarðandi teknistovum, herundir hvussu væl tær hava loyst undanfarnar uppgávur bæði viðv. tíð og kostnaði. Eisini verður mett um støðuna á føroyska marknaðinum fyri ráðgevarar sum heild – tvs. eru føroysku ráðgevaravirkini ovbyrjaði av uppgávum.
M.a. var hetta ein týðandi faktorur tá býráðið fyri knøppum ári síðani avgjørdi at bjóða røktarheimið Yviri við Strond út í norðurlendskari kapping. Hetta, tí at seinastu árini, meðan byggivirksemi hevur verið sera stórt, hevur kommunan ofta uppliva, at føroyskar teknistovur hava ikki havt nóg stóra manning at seta á allar tær uppgávur, tær hava átikið sær. Hetta hevur viðført seinkingar og øktar útreiðslur fyri kommununa. Tá kommunan hevur tikið trupulleikarnar upp í hvørjum einstøkum føri, hava føroysku teknistovurnar sjálvar víst á, sum forkláring uppá at tær fáa ikki yvirhildi tíðarfreistirnar, at tær mangla fólk. Tí er neyðugt hjá kommununi at tryggja sær, at tær teknistovur sum bjóða seg fram og fáa uppgávur, hava neyðugu manningina til hvørja einstaka uppgávu. Hetta eru ikki annarleiðis treytir enn kommunan eisini setir byggifyritøkunum, sum skulu byggja bygningarnar sum verða bjóðaðir út at byggja.
ES-reglur
Tað er alneyðugt at føroysku arkitektarnir og verkfrøðingarnir broyta hugburð. Longu nú hava íslendskir ráðgevar, gjøgnum Hoyvíkssáttmálan, rætt til at bjóða upp á uppgávur í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar. Og møguligt víðkað samstarv við eitt nú ES á hesum økið vil viðføra, at Føroyar skulu binda seg til at nýta ES-reglur um útbjóðing. Tá skulu nógvar av teimum størru ráðgevarauppgávunum, sum higartil hava verið latnar føroyskum ráðgevum, bjóðast út í útlandinum eisini.
Danski vinnarin íslendskan stjóra
Kappingin um røktarheimið Yviri við Strond var lýst í øllum Norðanlondum, men bert føroyskar og danskar teknistovur bjóðaðu seg fram. Tað eigur kanska at geva føroysku arkitektunum nakað at hugsa um, tá talan er um altjóðagerð, at danska teknistovan sum vann kappingina hevur íslendskan stjóra. Vildi hetta verið møguligt við tí hugburði sum enn ræður millum nakrar føroyskar ráðgevarar ?
Livst so spyrst.