Føroyskir arbeiðsgevarar seta spurnartekin við KB El-Teknik

Vilhelm M. Johannesen, sum er formaður í bæði Handverksmeistarafelagnum og Arbeiðsgevarafelagnum, undrast á leiklutin, sum danska fyritøkan KB El-Teknik hevur fingið í Føroyum. Bæði at fyritøkan í fleiri førum hevur verið nógv bíligari enn føroysku kappingarneytarnir, og viðurskiftini kring løggildingina hjá fyritøkuni, sum er neyðug fyri at gera el-arbeiði í Føroyum.

Formaðurin í felagnum hjá føroysku handverksmeistarunum, sum eisini er formaður fyri allar arbeiðsgevarar í landinum, setur nú spurnartekin við tann sentrala leiklut, sum danska entreprenørfyritøkan KB El-Teknik hevur fingið í føroyska vinnulívinum. Henda fyritøka hevur í løtuni alt el-arbeiði, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Vágatunnlinum. Tvey stór almenn arbeiði fyri yvir 30 milliónir krónur. Harumframt hevur fyritøkan eisini staðið fyri el-arbeiðinum á Kollafjord Pelagic.
Vilhelm M. Johannesen spyr, hvussu danska fyritøkan kann verða blivin præ-kvalificerað fram um fleiri stórar, føroyskar fyritøkur, eftir at almennu arbeiðini eru boðin út. Hann spyr, hvørjar metingar og hvørji krøv eru sett til fyritøkuna, áðrenn hon hevur fingið hesi arbeiði at gera.
- Vit hava fleiri stórar fyritøkur í Føroyum. Hvussu ber tað til, at henda lítla, útlendska fyritøka skal kunna megna øll hesi stórarbeiði í senn, spyr Vilhelm M. Johannesen. Hann leggur afturat, at tað kann tykjast, sum um henda ávísa fyritøka fær framíhjárætt, verður favoriserað, fram um føroyskar fyritøkur. Vilhelm M. Johannesen vísir á, at leikluturin, sum KB El-Teknik hevur fingið í føroyskum vinnulívi, skapar ein misstemning millum aðrar í vinnuni.

Setur spurnartekin við løggilding
Vilhelm M. Johannesen setur spurnartekin við løggildingina hjá KB El-Teknik, sum annars er eitt krav fyri at sleppa at virka og arbeiða við el-installatiónum í Føroyum. Lógin ásetur, at ein persónur í leiðandi, fulltíðarstarvi í fyritøkuni, sum harumframt er búsitandi í Føroyum, skal hava løggildingina, og harvið eisini formligu ábyrgdina, um hendi. Sambært lógini er tað bara SEV, sum kann geva hesa løggilding. Vilhelm M. Johannesen undrast yvir, hvussu lætt verður farið um hesi krøv, tá tað kemur til KB El-Teknik. Hann vísir á, at viðurskiftini kring løggildingina hjá fyritøkuni tykjast rættuliga ógreið - millum annað hevur verið ført fram, at føroyingurin, sum hevur løggildingina og harvið formligu ábyrgdina av øllum arbeiðum hjá KB El-Teknik í landinum, sjálvur starvast á einum boriplatformi, fjart frá Føroyum.

Vísir skuldsetingunum aftur
Thorvald Gaardlykke, sum hevur løggildingina vegna KB El-Teknik, skilir ikki atfinningarnar móti sær og fyritøkuni, sum hann hevur starvast hjá síðsta hálva annan mánaðin.
Hann vísir á, at hann hevur sína útbúgving, og hevði harumframt fingið løggilding frá SEV, áðrenn hann fekk arbeiði hjá KB El-Teknik. Hann kom í samband við KB El-Teknik, tí at hann var undirveitari hjá donsku fyritøkuni í samband við byggingina á Landssjúkrahúsinum, og nakað seinni samdust partarnir um at hann skuldi fáa starv hjá fyritøkuni. Síðan varð hansara løggilding flutt yvir til KB El-Teknik.
- Við tað at mín løggilding liggur til grund fyri arbeiðunum hjá fyritøkuni, er tað sjálvsagt eg, sum havi ábyrgdina av arbeiðinum, og at krøvini verða uppfylt, sigur Thorleif Gaardlykke. Hann leggur afturat, at í lógini er einki krav um at ábyrgdarhavandi skal standa uppi yvir monnunum, meðan teir gera sítt arbeiði ? tað ger eingin góðkendur el-innleggjari, sigur Thorleif Gaardlykke.
Hann hevur annars ikki stórvegis viðmerkingar til mongu atfinningarnar móti fyritøkuni KB El-Teknik, uttan at hann skilir tær ikki rættuliga. Og tíðindini um, at maðurin við løggildingini starvast á einum boriplatformi, kennir hann einki til.
- Eg kann bara siga tað, at eg havi ongantíð so mikið sum verið á einum boripalli, og annars havi eg arbeitt í Havn síðsta hálva annað árið, sigur Thorleif Gaardlykke.

Myndugleikin eigur ikki at liggja hjá SEV
Formaðurin í Handverksmeistarafelagnum og Arbeiðsgevarafelagnum, Vilhelm M. Johannesen dugir ikki at siga, hvørt krøvini fyri at fáa løggilding, millum annað hjá útlendskum fyritøkum, sum koma hendavegin at arbeiða, eru nóg hørð, ella møguliga eiga at broytast. Hann heldur tó, at tað er óheppið, at myndugleikin, sum útskrivar løggildingina av el-innleggjarum, liggur hjá SEV. Eftir hansara tykki hevði verið rættast, um ein sjálvstøðugur stovnur stóð fyri hesum arbeiði.
Í seinastuni hevur fleiri ferðir verið sett spurnartekin við, hvørt tað er óheppið, at tað er stjórin fyri SEV, sum skrivar undir allar løggildingar, millum annað til føroyska el-inleggjaran hjá KB El-Teknik, samtíðis sum SEV-stjórin er nevndarformaður í P/F Vágatunnilin. Hesin gegnisspurningur ger tað bara alt meira neyðugt at loysa myndugleikan at útskriva løggildingar frá SEV, og flyta hann yvir í ein sjálvstøðugan stovn, heldur Vilhelm M. Johannesen.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið á Knud Balle, stjóra í KB El-Teknik, til blaðið í dag.