Føroyskir alarar á Boston Seafood Show

Afturvendandi størsta fiskivinnusøluráðstevnan í Norður Amerika, International Boston Seafood Show eisini nevnd IBSS, verður 20-22. mars. Aftur í ár verður søluráðstevnan hildin við luttøku av føroysku alivinnuni. 2010 var fyrsta árið, har øll føroyska alivinnan varð umboðað við bási á søluráðstevnuni. Í ár verður føroyskur laksur nógv sjónligari á søluráðstevnuni, tí at føroysku alararnir fyri fyrstu ferð fara at marknaðarføra seg undir nýggja regnskjólsbrandinum ?Salmon from the Faroe Islands?.

Høgi prísurin á amerikanska marknaðinum fyri feskan laks í stórari stødd hevur gjørt hendan marknaðin áhugaverdan fyri føroyskar alarar. Tað er serliga sushi matvøruvinnan í USA, sum hevur fingið gott eyga á føroyska laksin. Amerikanski marknaðurin hevur ment seg til at verða ein ógvuliga týðandi marknaður fyri føroyska alivinnu, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.