Føroysking av eftirnøvnum

   

Mannbjørn Jákupson


Nú stígur er um at koma í á fullveldisleið, orsakað av landsstýrisskiftinum, eru aðrir møguleikar til at tríva, ikki minni undirgravandi fyri sambandið, enn nakað næst seinasta landsstýri fann uppá.
Eitt er at fráfara átvungnu donsku eftirnøvnunum á føroyingum í Før-oyum frá um aldarskiftin-um næstseinast og nøkur so seint sum í tríatiárunum. Hesar danskingar av føroyingum í eygunum á útlend-ingum, donsk frambering av einum ytri eyðkenni teirra, persónseftirnavns og ættarmerkið, eru framdar í eini tíð, tá føroyingar ikki vóru førir fyri at verja seg móti hesum ágangi móti tjóðskaparligu og persónligu sermerkjum teirra. Hetta hevur heilt víst verið eitt týdningarmikið eygsjónligt lið í undirgravinginum av tjóðskaparligu tungu teirra um somu tíð í skúla og kirkju. Fyrsta í samband við byrjan av føroyska fólkaskúlanum, seinna í samband við ágangin móti føroysku tjóðskaparrørsluni av tí hástóra Hilbert amtmanni. Henda dansking er í flestu førum framd av donskum prestum yvirfyri foreldrum og børnum, sum onki kundu siga til hetta, mótmæla ella nokta..
Tað eru føroyingar nú. Tí eigur hendan móttjóðskaparliga atsókn móti føroyingum, sum teir vóru verjuleysir yvirfyri, neyvan gáaðu størvegis nakað um í størri fjøld, at vendast á aftur, um ikki heilt á tað gamla, so á eina rímiliga stóra og javna frambering av eftirnøvnunum á føroyskum. Hetta kann gerast sjálvboðin, uttan lógarítriv.
Skjótast er við stívnaðu ættar eftirnøvnunum í skapi, ikki óvanlig her um leiðir, bara hjá okkum á einum fremmandum máli, sum ikki fellir inn í mál okkara. Hesi eru - sen eftirnøvnini, av sonur, søn á donskum, son á svenskum og enskum. Hesi eiga, uttan í einstøkum førum, sum serfrámerki, um onkur hevur hug til tað, ella aftarbond til Danmark og kenslubond eru sterk, at flytast beinleiðis yvir á føroyska skap-ið, so sen verður til son. Sostatt sum dømi Hansen til Hanson, við sjálvandi møguleikunum Hanusson, Hanusarsson, ella Hanusarson, um bara heilt verður føroyska eftirnanið.
Møguleiki eigur at verða við spæli, so hvørsfalsformurin ikki neyðugt altíð verður fylgdur. Tað gevur fleiri einsæris eftirnavns møguleikar.
Møguleiki eigur at vera at varðveita dansktljóðandi skapið á fyrra partinum á eftirnavninum td. Hansen, ella Jensen til Hanson, Jenson, eisini aðri útlendsk nøvn í eftirnøvnunum, av enskum, týskum, enskum, franskum o.ø. uppruna, kunnu varðveitast við at skifta frá sen til son, sum jú er okkara. Ongin grund er til hitt veruliga.
Um sen í skapi av zen er fastur partur í eftirnavninum, skal tað kunna varðveitast.
Ongin grund er til, at t.dømis navnið á føroysku fótsbólltspælarum í altjóða kappingum bera ein boðskap um danskar spælarar og ikki føroyskar fyri alheims fjarsýnis fjølmiðlunum. Føroyskt flagg og føroyskir litir, men Nielsen, Poulsen, Knudsen osfr. Nilson, Pólson, Knútson ljóðar sum mál okkara.
Staðarnøvnini og garðanøvnini, húsanøvnini, í eftirnøvnum okkara, eiga at føroyskast yvir á mál okkara aftur, hagan tey eru flutt frá, so seint sum í tríatiárunum.
Ikki er óvanligt í stóru grannalondum okkara, at hava eftirnøvn eftir øðrum fyribrigdum enn ætt, garði og stað, viðkomandi hevur ættarbond til. T.dømis eru vanlig eftirnøvn eftir gomlu siðvandu størvunum, fleiri eru í útlendskum skapi í Føroyum frá donskum, týskum, aðri eru eftir øðrum fyribrigdum, summi ítøkilig, summi hygmyndalig. Her eru møguleikar avtrat í føroyskum skapi. Nøkur vera helst trupul at laga til hugsunarhátt okkara sum td. nøvn eftir litum, helst upprunaliga hárliti, persónseyðkennum annars, ikki óvanlig aðrastaðir.
Fyrr var ikki óvanligt at finna evni til nøvn í sagaunum. Her eru enn møguleikar.
Hetta fyri at minka eitt sindur um innihaldið av bíbilsku eftirnøvnunum í máli okkara, sum gevur ein hjáladakendan dám. Tað hevur verið vanlig leið í stóru grannalondum okkara í samband við ein demokratiskan útvikling; framburðin í tøknini og ídnaðin-um, størra tjóðskaparliga medvitið, størra upplýsingarstigið, her í samband við.
Hetta ikki at skilja sum at bíbilsku nøvnini ikki hava fullan rætt í máli okkara sum lutur í okkara mentan.
Donsku eftirnøvnini skapa veruliga trupuleikar fyri føroyingar búsitandi í Danmark, um tað ikki er tann minniluti, sum fult og heilt samskipar, integrerar, seg við danska fólkið, tí viðkomandi td. er giftur dana og skal búgva har við familju restina av lívinum. Fyri nógvu føroyingarnar í Danmark, sum eru her í umfarandi og í stytri arbeiðsørindum, fyri øll lesandi, verður eitt skeivt tekin sent til danir, um at vit eru eitt slag av dønum. Føroyingarnir tosa eitt danskt mál við fráljóði (aksang), ikki ólíkt onkrum, teir kunnu hoyra onkunstaðni í landi teirra. Hetta tekin er skeivt og haravtrat skaðiligt fyri møguleikarnar hjá føroyingum, at klára seg á jøvnum føti við danir.
Her fer tað at hjálpa væl uppá viðskiftini við danir, fáa misskiljingar burtur, sum skapa óneyðuga grund til illstøðu, við at sleppa dønum av við hvørvisjónina (illusjónina), at vit eru danir, ikki føroyingar í týdninginum egin tjóð.
Í viðurskiftunum við aðrar tjóðir verður eisini betur skiljandi millum, tí útlendingar ikki verða vilstir til at halda føroyingar vera danir, bara av eftirnøvnunum, teir hoyra og síggja.
Um áhugu er at fara víðari í føroysking av eftir-nøvnunum til íslendsku skipanina við sonur, døttur eftir pápanum, sum var skipanin í Føroyum til danir byrjaðu at danifisera føroysku nøvnini, er tað ein annar spurningur, til at umhugsa í framtíðini Ongin lóg er í vegin fyri hesum í dag. Summi eru navngivin soleiðis, ella hava seinni fingið sær slíkt eftirnavn.