Hóast føroyska U21-landsliðið í kvøld bara var nakrar fáar minuttir frá at fáa trý stig ímóti Makedonia, so var ein av føroysku U21-landsliðsvenjarunum, Bill McLeod Jacobsen, nøgdur við eina stigið.
- Jú, eg eri nøgdur. Vit komu sum ætlað á odda, men onkursvegna megnar Makedonia at leggja trýst á okkum, hóast vit royna at svara teimum aftur. Hesa løtuna tykjast vit nakað slitnir og royna við nøkrum útskiftingum at bøta um tað, men so megna teir at skjóta mál hóast alt. Ímóti endanum hava teir nakrar møguleikar at fáa sigurin í hús, men tað høvdu vit í grundini eisini, sigur Bill McLeod Jacobsen og vísir á stútaran hjá Rógva Holm, sum fór beint framvið stongini, og risa stóra møguleikan hjá Halli Hanssyni, sum hóast næstan púra leysur skeyt mitt á málmannin.
Føroyska U21-landsliðið stóð seg serliga væl í verjupartinum tað mesta av dystinum, og hóast nógv væl samanspæld álop vóru at fáa eyga á, so sá tað í støðum heldur ófantaligt út. Bill viðgongur, at tað kanska gjørdi tað, men at tað er ein grund til tað.
- Um eg skal hyggja eftir hvat ikki var nóg gott, so missa vit ov nógvar bóltar í uppspælinum. Vit vildu gjarna spæla stuttar avleveringar fram eftir vøllinum, men vit missa ov nógvar bóltar á miðjum vølli, og tá ið vit so ikki koma upp á pláss aftur tá ið teir fara í mótálop, tá er tað bara náttúrligt, at vit síggja býttir út, sigur Bill, sum nú saman við restini av hópinum hyggur fram ímóti heimadystinum ímóti Serbia týskvøldið.
Við Sosialin í dag segði Bill McLeod Jacobsen, at teir í hesum báðum dystunum ætlaðu sær eftir seks stigum. Vit spurdu hann, um hann framvegis ætlar sær at vinna ímóti oddaliðnum Serbia týskvøldið.
- Ja, vit fara eftir teimum trimum stigunum, men tá eru vit kanska betur nøgdir við eitt stig, enn vit vóru í dag. Serbia er eitt heilt annað lið enn Makedonia. Teir eru eitt væl sterkari lið og tað er kanska serliga kantspælið, sum teir eru góðir til hinvent Makedonia, sum leypir á umvegis miðjuna. Vit fara nú heim at hyggja at nøkrum sjónbandaupptøkum og fyrireika okkum ímóti Serbia, sum verður ein heilt annar dystur, segði U21-landsliðsvenjarin at enda.
Karl Løkin og Klæmint A. Olsen vera ikki við ímóti Serbia týskvøldið vegna leikbann.