Tað eru langt frá allir teir føroysku spælararnir sum kunnu verða nøgdir við avrikið í Nations League kappingini.
Millum undantøkini er René Shaki Joensen sum má staðfestast at verða føroyski spælarin við tí besta samlaða avrikinum við trimum málum í fimm dystum. Havnarmaðurin í Grindavík legði Føroyar á odda í útidystinum á Malta við einum góðum stútara. René hevði leikbann til útidystin ímóti Aserbadjan, og sigast má, at hann tók av møguleikanum hann fekk.
René Shaki Joensen er eisini persónliga væl nøgdur við Nations League kappingina. Hann staðfestir, at hann fer at halda fram í Grindavík í Íslandi komandi kappingarár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við René Shaki Joensen aftaná 1-1 javnleikin ímóti Malta.











