Føroyski íslendingurin

Í august í fjør fekk Finnur Hansson føroyska passið, hann hevði bíðað eftir í fimm ár, og í kvøld spælir hann sín sætta hondbóltslandsdyst fyri Føroyar. – Tað er náttúrligt fyri meg at spæla fyri Føroyar, sigur føroyski ís­­lendingurin á lands­liðnum

At hondbólturin hevur og hev­ur havt ein stóran leiklut í lívinum hjá 29 ára gamla Finni Hansson, er ikki so løgið. Hópatals lands­liðs­spælarar eru í bæði faðir- og móðurætt, og tað var eisini hondbólturin, sum í 1998 fekk Finn at koma til Føroya úr Íslandi, haðani hann er ættaður.

Pápi hansara, Hans Guð­mundsson, var um hetta mund­ið spælandi venjari hjá H71, og hann fekk sonin at koma hendavegin. Restin er søga, tí hóast Hans fór heimaftur, varð Finnur ver­andi í Føroyum. Hann hevur spælt við bæði H71, Neist­anum, Kyndli og StÍF, og nú spælir hann enntá eisini við føroyska landsliðnum.

– Veruleikin er tann, at kom eg ikki til Føroya tá, hevði eg nokk ikki spælt hondbólt í dag. Í veru­leik­anum havi eg tað soleiðis, at skal eg geva nakað aftur sum landsliðsspælari nakra­staðni, so má tað vera fyri Føroyar, sigur Finnur, sum síðstu dagarnar hevur drivið á undir venjingunum undan dystinum ímóti Sveis í kvøld og leygardagin.

– Nú havi eg verið so leingi í Føroyum, at tað er náttúrligt fyri meg at spæla á føroyska landsliðnum. Heiðurin at sleppa at spæla fyri landsliðið, er fyri meg ein stórur heiður, og eg føli meg jú nokk so føroyskan eftirhondini.

Bíðaði fimm ár

Dysturin í kvøld er tann sætti hjá Finni Hanssyni á føroyska hond­bóltslands­lið­num, og teir undanfarnu hava verið teir fýra í EM- undankappingini og venj­ingardysturin ímóti Grøn­landi í januar mánaði. Har hevur hann ikki staðið aftan fyri nakran, og higartil eru 19 mál komin á kontuna eisini.

Tað hevði leingi verið ætl­an hansara at fáa føroyskt pass, tá hann eftir eina venjingarlegu í Íslandi við Neistanum í august mánaði í fjør kom heimaftur og langt um leingi hevði fingið nýggja passið, sum gjørdi hann til føroyskan íslending. Tá vóru fimm ár liðin, síð­ani hann søkti um at fáa tað av fyrstan tíð.

Finnur hevur heldur ong­antíð dult fyri, at ætlanin við hesum var at fáa ein møguleika at koma á før­oyska hondbóltslandsliðið, og tá hann var við lands­lið­num á einari venjingarlegu í Norra, bara styrkist hetta ynski hansara. Ein síðu­vinn­ingur er tað so eisini, at hann í føroysku kappingini ikki longur verður roknaður sum útlendingur, men sum føroyingur.

Og hóast fleiri í familjuni heima í Íslandi hava verið landsliðsspælarar fyri Ís­­land, hevur hann ikki hoyrt eitt øvugt orð haðani um tað, men hevur tvørturímóti fingið at vitað frá teimum, at tey skilja avgerð hansara og eisini halda hana vera rætta.