Føroyski Simba bestur í Danmark

Í dag varð skipað fyri agility- og lopkapping fyri hundar í Give. Føroysku hundurin, Sim­ba, vann heiðurin sum dags­ins besti stóri hundur í kapp­ing­ini, sum var í Give.

Føroya Civila Hunda­før­a­r­a­fel­ag (FCH) hevði avgjørt at senda FM vinn­aran fyri 2010 til Dan­markar, og hetta vísti seg eydn­ast sera væl.

Tað var Jakobina Nicla­sen og hund­ur­in Simba, ið lut­tóku. Tað eyndaðust teim­um at koma á eitt fjórð­a­pláss bæði í agility- og lop­kapp­ing­u­num í klassa 1. Í tí opna klass­a­num fyri sera væl vand­ar hund­ar, blivu tey nr. 9 í agility og nr. 8 í lop.
Við hesum úr­s­lit­u­m vann Simba eisini heiðurin sum dags­ins besti stóri hund­ur í Give.

For­kvinnan í FCH Fríð­hild Debes, ið eisini var til stað­ar í Give, sigur seg vera sera nøgda við úrslitið. Hon vón­ar eisini, at FCH fær møg­u­leik­an at senda FM vinn­ar­an fyri 2011 til Dan­mark­ar at kappast til kom­andi ár.

Agility er ein ítrottur fyri hund­ar, har tað ræður um, at tú rennur við hundinum gjøgn­um fleiri ymsikar for­ð­ing­ar. Dømt verður eft­ir, hvør hundur klárar at renna skjótast og við minst mis­tøk­um.

FCH skipar árliga fyri fleiri FM kappingum í a­gi­l­i­ty, har tað so verður ein finala við leynavatn í au­gust. Les meira á www.fch.fo