Føroyski leikluturin var lítil

Tað var ikki so nógv at síggja til føroysku landsliðsspælararnar í superliguni í gjárkvøldið

Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen verða roknaðir millum lyklaspælararnar á føroyska landsliðnum. Fótbóltsspælið hevur neyvan verið betri, enn tað var, tá ið teir báðir vóru á toppinum og saman við Fróða Benjaminsen myndaðu sentrala miðvøllin.

 

Í fjør var Brandur Hendriksson Olsen ikki á landsliðnum, tí hann var skaddur, og leikluturin hjá Halli Hansson var ikki tann sami, sum hann hevði verið frammanundan. Tað komst av, at eisini Hallur var skaðaplágaður.

 

Í fyrstu umførunum síðani vetrarsteðgin hevur Hallur átt stóran leiklut á liðnum hjá AC Horsens. Í gjárkvøldið var hann tó ikki millum teir fyrstu ellivu, tá ið AC Horsens hevði vitjan av Randers FC – felagnum hjá Brandi Hendriksson Olsen.

Hallur varð settur á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og lítla løtu seinni hevði hann góða roynd ímóti málinum. Tá var støðan 1-1, og dysturin endaði 1-1.

 

Brandur var als ikki í hópinum hjá Randers FC, tí hann er skaddur, veit heimasíðan hjá felagnum at siga.

 

Føroyska landsliðið skal í heyst spæla seks dystir í nýggju UEFA Nations League kappingini. Sum liður í fyrireikingini til ta kappingina verða tveir venjingardystir spældir um ein mánað, tá ið liðið verður á venjingarlegu í Marlbella í Spania. Tann fyrri verður ímóti Lettlandi hósdagin 22. mars, og tann seinni verður sunnudagin 25. mars ímóti Liktinstein.