Griffilin í SMS hevur latið gjørt ein serføroyskan kalendara fyri 2005. Ein kalendari, sum ger tað lættari at samskipa arbeiði, frítíð og familju. Og ein kalendari, sum gevur tær nógvar upplýsingar.
Kalendari 2005 er ein dagkalendari við einum degi á hvørjari síðu. Sniðið er snotuligt, og plastperman við snyrilsryggi ger hann fittligan og lættan at handfara.
Til dagarnar eru hentar upplýsingar skipaðar eftir ávísum leisti. Her eru føroyskir merkisdagar og halgidagar. Um týsdagin 18. januar stendur til dømis: Gamli trettandi. Gomlu jól enda. Vilt tú vera ríkur, skalt tú gomlu trettandu nátt ganga út og sita á kjørbreyt. Leygardagin 1. oktober stendur: Loyvt at skjóta lunda, lomviga og álku til 20. januar, og skarv til 30. november.
Annars er mangt annað at finna aftast, sum vit eru von í slíkum kalendarum. Eingin før-oyskur kalendari uttan streymtalvu og haraftrat eru føroysk postnummur, mát og vekt, hent telefonnummur og kort við tímaskifti við.
Kalendari 2005 er prentaður hjá Mayland í Danmark, sum gevur líknandi kalendarar út. Kalendarin fæst í bókahandlum kring landið.