- At kalla eingin hýsa, sum verður veidd undir Føroyum, fer til virkingar í løtuni og tað, sum landað og selt verður, fer alt av óvirkað til smákeyparar kring um í Bretlandi. Føroyskur línuskipari, sum vit hava tosað við í dag, undrar seg yvir, at eingin framleiðari er í Føroyum, sum keypir og virkar hýsu. Hann sigur, at føroysku línubátarnir fáa meiri fyri hýsu, sum verður veidd undir Íslandi enn fyri sama fiskaslag, sum verður veitt undir Føroyum.
Orsøkin er, sigur hann, at Bretland, sum er høvuðsmarknaðurin fyri hýsu, sær íslendsku veiðina sum burðardygga, men ikki hina føroysku, hóast minni er at fáa av hýsu undir Íslandi enn undir Føroyum.
Prísurin á føroyskari hýsu er sum heild vánaligur, og tað gongur illa hjá skipum at sleppa av við fiskin fyri líkinda prís.
- At kalla eingin hýsa, sum verður veidd undir Føroyum, fer til virkingar í løtuni og tað, sum landað og selt verður, fer alt av óvirkað til smákeyparar kring um í Bretlandi. Vit hava skilt, at trupulleikar eru við sølu av virkaðari hýsu undan Føroyum, tí tær stóru handilsketurnar í Bretlandi siga, at okkara hýsuveiða er ikki burðardygg, sigur línuskiparin.
Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Símun Jacobsen, ásannar, at stórir trupulleikar eru við sølu av virkaðari hýsu úr Føroyum á bretska marknaðinum.
Hann sigur, at Bretland hevur verið okkara stóri hýsumarknaður, og nú vilja tær stóru handilsketurnar ikki keypa hesa vøru, tí mett verður ikki, at okkara hýsuveiða hvílir á burðardyggum grundarlagi.
- Tað eru tær stóru handilsketurnar, sum eisini eru teir stóru og væl gjaldandi keypararnir, og hesar ketur hava síni egnu fólk at meta um burðardyggleikan, sigur hann.










