Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, dámar væl hugskotið og tankan við Fjordskolen, sum Ingvald á Kamarinum rekur í Holbæk í Danmark.
Tað kom fram á Trapputinginum í Miðlahúsinum mánakvøldið, tá ljós varð varpað á syndarligu støðuna hjá fólkaskúlanum. Atferðartruplir næmingar vóru afturvendandi evni, og tað var í hesum viðfangi at Jógvan á Lakjuni nevndi Fjordskolen, sum áður er umrøddur í greinarøð í Sosialinum.
Hann segði við fundarluttakararnar, at hann hevði havt ein fund við Ingvald á Kamarinum. Teir høvdu viðgjørt og kjakast um Fjordskolen, og møguleikarnar fyri at stovnseta ein líknandi skúla í Føroyum. Jógvan á Lakjuni segði seg eisini vita, at áhugi er fyri at seta á stovn ein slíkan skúla í Føroyum.
Í stuttari viðtalu við Sosialin í morgun sigur Ingvald á Kamarinum, at sum er ber illa til at seta á stovn ein skúla sum Fjordskolen í Føroyum. Til hetta krevst at lógarbroytingar verða gjørdar, sigur hann.
Henda lógarbroyting er á veg. Tað gjørdi Jógvan á Lakjuni greitt á Trapputinginum mánakvøldið. Hann legði lógaruppskot fyri tingið týsdagin, sum millum annað gevur landsstýrismanninum heimild til at seta á stovn ein skúla við serligum tilboðum til næmingar, sum annars ikki fella til í vanliga fólkaskúlanum.
Jógvan á Lakjuni kundi tó ikki siga mánakvøldið og ei heldur í morgun, tá vit tosaðu við hann, at hann fer at nýta hesa heimild til at gera ein føroyskan Fjordskole.
– Men tað er so ein møguleiki, segði landsstýrismaðurin í skúlamálum.
Ingvald er klárur
Seinastu tíðina hava nógv føroysk foreldur sett seg í samband við Ingvald á Kamarinum. Tey hava sýnt hansara tilboði til næmingar, sum mistrívast í fólkaskúlanum, stóran áhuga.
Ingvald á Kamarinum er klárur at fara undir at gera ein føroyskan Fjordskole, og hann vónar at landsstýrismaðurin fer at nýta heimildina í nýggja lógaruppskotinum, soleiðis at føroyskir skúlanæmingar fáa tilboðið, hann bjóðar í Danmark.
– Eg eri klárur at fara til verka líka so skjótt ein grøn lampa lýsir, sigur Ingvald á Kamarinum, og sipar til, at tað verður ikki honum fólk skulu bíða eftir, um avgerð verður tikin um at gera eitt sertilboð til næmingar, sum mistrívast í fólkaskúlanum.










