Mutur. mafia. valdsmisnýtsla.
Hesi trý hugtøkini verða vanliga í speisemi nevnd sum hornasteinurin undir fólkaræðinum í Italia. Sambært ábyrgdarblaðstjóranum á danska dagblaðnum Information, David Trads, skulu føroyingar ikki langt út um føroysku landoddarnar at síggja somu sjúkutekin í føroyska fólkaræðinum.
-Vavsturin av vinnulívi, politikki og fjølmiðlum í Føroyum minnir ikki sørt um støðuna í Italia, har mørkini millum fjølmiðlar einumegin og vinnulív/politikk hinumegin eru alt annað enn sjónlig . Hesin vavstur er ómetaliga skaðiligur fyri føroyska fólkaræðið, greiðir David Trads frá.
Italski fjølmiðlaheimurin hevur leingi verið umrøddur sum ringasta dømi um góðan fjølmiðlasið. Silvio Berlusconi er fyrst og fremst maðurin, ið ger sítt til, at mørkini millum politikk, vinnulív og fjølmiðlar eru ósjónlig.
Hann er bæði italskur forsætisráðharri, vinnulívsmaður, umframt at sita á øllum teimum italsku fjølmiðlunum. Áðrenn hann tók við forsætisráðharrasessinum átti Berlusconi fleiri týdningarmiklar privatar sjónvarpsrásir, og eftir at hann tók við sum italskur forsætisráðharri, hevur hann lagt fleiri almennar fjølmiðlar undir seg.
-Tað er ein dreymur fyri hvønn politikkara ella vinnulívsmann at hava tamarhald á fjølmiðlunum, men tað er blóðskeivt út frá grundhugsanini hjá fjølmiðlunum. Uppgávan hjá fjølmiðlunum er at vera varðhundur og hava eftirlit við millum annað politikarunum og vinnulívsfólki, og tí skal sjálvsagt einki samband vera til hesar bólkar. Tað sum hendir í Italia, er ein stór skomm fyri journalistiska fakið, sigur ein avgjørdur David Trads.
Ein vavgreytur
Fyri góðum mánaði síðan varpaði Sosialurin ljós á vantandi trúvirðið í føroyska fjølmiðlaheiminum. Við støði í partapolitiskum og vinnuligum áhugamálum millum leiðslur og eigarar var niðurstøðan, at føroyski tíðindamóttakarin hevur avgjørt orsøk til at seta spurning við trúvirðið á føroyska tíðindaflutninginum.
Í stuttum varð víst á, at ognarviðurskiftini á privatu miðlunum Dimmalætting, Fregnum og Sosialinum seta trúvirðið hjá miðlunum í ringt ljós. Við galdandi ognarviðurskiftum kann føroyski borgarin altíð freistast at seta spurnartekin við, um bløðini verja áhugamálini hjá eigarunum ella hjá borgaranum.
Tíðindafólkini Uni Arge og Brynhild Thomsen funnust eisini hvassliga at leiðsluni í Útvarpi Føroya. Tað varð róð fram undir, at tað avgjørt ikki var nøktandi fyri trúvirðið hjá stovninum, at leiðslan í Sortudíki hevði bæði politiskar og vinnuligar bindingar. Tað varð mett at vera stak óheppið, at stjórin í ÚF, Jógvan Jespersen, og programmleiðarin, Jógvan Arge, ávíkavist røkja nevndarsess í Føroya Banka og eru virkin politikari fyri Tjóðveldisflokkin.
Føroyar serliga varnar
-Tað gongur snøgt sagt ikki at grundgeva fyri, at Føroyar eru so smáar, og tí er tað í lagi, at fjølmiðlar, politikkur og vinnulív eru samantvunnin. Júst tað, at Føroyar eru so smáar er fremsta orsøkin til at vera serliga varin við vina- og kenningapolitikki, vísir David Trads á.
Ábyrgdarblaðstjórin á Information hevur fleiri ferðir verið í Føroyum í arbeiðsørindum, og hann fylgir væl við í føroyskum viðurskiftum. David Trads sigur, at føroyingar áður hava havt stórar trupulleikar í sjeyti- og áttatiárunum við vina- og kenningapolitikki millum vinnulív og politikarar, og varðandi myndugleikar fyri føroyskum fjølmiðlunum áttu at lært av ringu royndunum.
-Trupulleikin við vina- og kenningapolitikki í Føroyum er ikki endaliga loystur. Eg haldi tað er ein álvarsamur trupulleiki, at føroysku fjølmiðlarnir eru so heftir av politiskum og vinnuligum bindingum. Fyri meg at síggja ber til at siga, at fjórða statsvaldið er sett úr gildið í Føroyum. Tit mugu ongantíð ov skjótt rudda upp í føroysku fjølmiðlunum, tí við núverandi støðu hevur tíðindamóttakarin alla orsøk til at seta spurning við trúvirðið, heldur David Trads.
Journalistar tryggja trúvirðið
Í Danmark kjakast fólk innan fjølmiðlaheimin javnan um, hvørjar uppgávur journalistar kunnu átaka sær og ikki. David Trads er kendur at vera rættiliga víðgongdur í hesum spurningi. Hann heldur, at ein journalistur við virðing fyri sær sjálvum og sínum starvi eigur ikki at luttaka í nøkrum samfelagsligum áhugamálum.
Ábyrgdarblaðstjórin á Information metir, at uppgávan hjá journalistum at vera samfelagsins varðhundur ikki kann sameinast við at vera limur í nøkrum felagsskapi, tí brádliga kann journalisturin koma í ta støðu, at hann er noyddur at viðgera sama felagsskap, og tá er skjótt, at mørkini kámast millum áhugamálini.
-Støðan í Føroyum er sjálvsagt ikki nøktandi. Við núverandi støðu má tað vera fyrst og fremst uppgávan hjá einstaka journalistinum at fremja kritiskan og óheftan journalistikk. Føroysku journalistarnir skulu sjálvsagt ikki taka lut í politiskum og vinnuligum áhugamálum, hóast ognar- og leiðsluviðurskiftini tala fyri tí. Eg ivist ikki í, at tað eru fleiri kritiskir og góðir føroyskir journalistar, sum lesarin og hyggjarin kann hava álit á, hóast arbeiðsplássið hjá honum er heft politiskt ella vinnuliga, vísir David Trads á.
Loysnin
Ábyrgdarblaðstjórin á Information hevur eisini uppskot um, hvussu føroyski fjølmiðlaheimurin kann koma burtur úr sínum bindingum til vinnulív og politisku flokkarnar.
-Tit áttu at fylgt sama leisti, sum donsku bløðini nýttu fyri skjótt 30 árum síðan. Fáið flokkarnar og politikkarar at sleppa sær av við bløðini, og gerið tey burturav vinnulig. Verður hetta gjørt, ber aftur til at tosa um bløð, har trúvirðið verður sett í hásætið, heldur David Trads.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur fleiri ferðir víst á, at hann heldur tað er stak óheppið, at eingin nevnd er ímillum politiska myndugleikan og almennu fjølmiðlararnar. David Trads er av somu áskoðan.
-Bæði í Bretlandi og Danmark eru skipanir fyri almennar loftmiðlarnar, sum tykjast at rigga væl. Bæði fyri BBC og DR eru óheftar nevndir, sum eru ovasti myndugleiki hjá rásunum. Nevndin er umboðað av øllum politiskum flokkum, og á tann hátt ber til at tryggja eitt ávíst óheftni. Hesin leistur kundi eisini verið nýttur í Føroyum, greiðir ábyrgdarblaðstjórin á Information frá,
Tað óformella er ringast
-Í minsta lagi eru lesarar og hyggjarar í Føroyum varir við, at fjølmiðlarnir hava ávísar bindingar til vinnulig og politisk áhugamál. Tað er nógv verri, tá lesarin og hyggjarin verður snýttur at halda, at talan er um óheftan journalistik, tá støðan er júst hin mótsatta. Í Danmark hava vit stórar trupulleikar av, at fjølmiðlar fyrigykla borgaranum at teir viðgera evnini óheft, tá teir hinvegin framleiða tíðindaflutning, ið er til frama fyri ávís áhugamál, greiðir ábyrgdarblaðstjórin á Information frá.
Hann rør fram undir, at kappingarneytarnir hjá Information, Berlingske Tidende og Jyllands Posten, tilætlað viðgera evni til frama fyri stjórnina hjá Anders Fogh Rasmussen.
-Tað er avgjørt talan um eitt óformelt net millum Berlingaran og Jyllands- Posten einumegin og donsku stjórnina hinumegin. Bæði dagbløð siga seg vera óheft, og lesaran dugir ikki á at skyna, um talan er um óheftan journalistikk ella ei, hóast tað er týðuligt at síggja, at hesi dagbløð samstarva við stjórnina. Eg vil kalla Jyllands-Posten og Berlingaran fyri "goodwill ambassadørar" hjá Fogh og hansara harkaliði, vísir David Trads á.
Hann heldur, at tað er altíð uppgávan hjá fjølmiðlum at vera í andstøðu til valdsharrarnar og sitandi stjórn, og tí eru raðfestingarnar hjá áðurnevndu dagbløðum undir alt lágmark.
Øssur hevur rætt
-Eg haldi, at bókin uppgraderaði meg til at vera vertur í valsendingunum.
Nakað soleiðis tók Øssur Winthereig til á einum fyrilestri á einum fjølmiðlafestivali herfyri. Undir valstríðnum í desember vóru hvassar atfinningar vendar ímóti Sjónvarpi Føroya fyri at lova Øssuri fram at á skýggjanum, tá hann í kjalarvørrinum av bókini, Skjót Journalistin, gjørdi sítt til, at sjálvsstýrissamgongan valdi at leggja kongin og skriva út nýval.
Fleiri vóru á tí máli, at Øssur Winthereig á ein hátt var ógegniður, men høvuðspersónurin vísti øllum atfinningunum aftur. David Trads fylgdi væl við kjakinum, sum stóðst av bókini hjá Øssuri og Grækarisi, og hann tekur fult undir við sjónarmiðjunum hjá Øssuri Winthereig.
-Sjálvandi vilja politikkarar hava stóran áhugað í, at hann ikki var partur av valsstríðnum. Tað gevur púrt onga meining, at hann brádliga skal gevast við sínum arbeiði, bert tí hann hevur skrivað eina bók, sum koppar eini samgongu. Nixon ynskti sjálvsagt, at Bernstein og Woodward, sum avdúkaðu Watergate, góvust, men tað skuldu teir sjálvsagt ikki. Øssur hevur eftir øllum funnið gjørt eitt frálíkt journalistiskt arbeiði, og tað kann aldrin niðurgradera hann til at arbeiða undir valdystinum, sigur David Trads at enda.