Í uppleggi sínum til pallborðskjakið legði Hans Engell fyri við at greiða frá tí almenna fjølmiðlastuðulinum í Danmark, og hvussu hann ávirkar fjølmiðlaheimin sum heild. Umframt stuðulin til útbúgving letur tað brúkar tað almenna 5,4 milliardir krónur um márið í fjølmiðlastuðuli. Av hesum fara smáar fýra milliardir til teir elektronisku miðlarnar, meðan teir prentaðu miðlarnir fáa umleið 1,4 milliard krónur.
Stuðulin til teir prentaðu fjølmiðlarnar umfatar millum annað stuðul til tíðarrit, útberingarstuðul og stuðul til bløð, sum hava stuðul fyri neyðini. Tann óbeinleiðis stuðulin er í fyrsta lagi, at dahbløðini ikki rinda meirvirðisgjald av søluni, og tað svarar til á leið 1,1 milliard krónur. Í hesum sambandi nevndi Hans Engell, at fyri eitt blað sum Jyllands-Postin svarar tann almenni stuðulin til 140 milliónir krónur um árið, og uttan teir pengarnar hevði blðaið neyvan yvirlivað.
Av teimum elektronisku fjølmiðlunum fær Danmarks Radio 3,3 milliardir krónur um árið í hyggjara- og lurtaragjaldi, og av tí brúkar kringvarpið tvær milliardir til sjónvarp, 1,2 milliard til útvarp og 187 milliónir krónur til tíðindi á alnótini. Tann almenni stuðulin til Danmarks Radio hevur elvt til nógv orðaskifti í Danmark, tí bløðini vilja vera við, at stuðulin avlagar kappingina. Við øðrum orðum brúkar kringvarpið almennar pengar til at kroysta privatar fyritøkur fíggjarliga, segði Hans Engell.
Alnótin ikki alternativ
Í Danmark er eingin ivi um, at tann politiska skipanin er sinnað at styðja teir privatu fjølmiðlarnar, men tað merkir ikki, at blaðútgevararnir og -leiðslurnar kunnu seta seg afturá. Fíggjarkreppan hevur havt við sær, at dagbløðini eru undir stórum og veksandi trýsti, tí haldararnir fækka, lýtsingainntøkurnar minka, og alt fleiri velja at brúka alnótina. Men kreppan hjá bløðunum er ikki bara teirra kreppa.
- Í síðsta enda er hetta eisini ein kreppa hjá samfelagnum. Tí versnar kreppan hjá bløðunum, kann tað fáa álvarssamar avleiðingar fyri ta journalistisku og ta demokratisku góðskuna, segði Hans Engell og vísti á, at í fleiri øðrum londum er eitt blað fyri og annað eftir farið á húsagang orsakað av altjóða fíggjarkreppuni.
Onkur heldur kanska, at so hava miðlahúsini ikki annað at gera enn at leggja seg eftir at brúka alnótina ístaðin fyri tað prentaða blaðið. Men Hans Engell vísti á, at enn hevur einki miðlahús megnað at lata alnótina yvirtaka virksemið hjá einum blaði. Í hesum viðfangi kemur eisini spurningurin um ein kann loyva sær at krevja pening frá fólki fyri tíðindi á alnótini á sama hátt sum vanligt haldaragjald fyri bløðini.
Stuðulin endurskoðast
Í Vesturheiminum er tað almenn uppfatan, at fríir fjølmiðlar eru ein fyritreyt fyri einum livandi demokratii. Tí hava tey einstøku londini ymiskar stuðulsskipanir á økinum, og síðani altjóða fíggjarkreppan tók seg upp, hava myndugleikarnir í fleiri londum tikið stig, sum skulu hjálpa bløðunum.
Men Hans Engell vísti á, at tað er ikki bara fíggjarkreppan og vanlig sveiggj í búskapinum, sum hótta bløðini. Bæði í Danmark og øðrum londum eru bløð noydd at fara í stríð við almennar útvarps- og sjónvarpsstøðir, sum við skattaborgarans pengum geva bløðunum órímiliga kapping. Bretska BBC arbeiddi við einari stórari ætlan í fjør, men stýrið valdi at leggja ætlanina til viks, tí hon hevði verið kappingaravlagandi mótvegis hinum fjølmiðlunum.
Í Danmark er tað almenna kringvarpið harafturímóti sloppið at menna sína heimasíðu og tað í stórum. Samstundis er tað vorðið vanligt, at heimasíðan hjá tí almenna miðlinum lænir, tekur ellam kopierar tíðindi frá teimum lokalu bløðunum. Tað hevur sum vera man elvt til misnøgd í blaðheiminum, og væntandi verður hesin trupulleikin tikin við, tá teir politisku flokkarnir fara at samráðast um eina nýggja fjølmiðlasemju næsta ár.
Eitt annað, sum kemur við í tær samráðingarnar, er, um verandi stuðulsskipanir til fjølmiðlaheimin geva tað besta úrslitið. Sum skilst fer Fólkatingið væntandi at varðveita fjølmiðlastuðulin millum fimm og seks milliardir krónur, men hinvegin er tað ikki óhugsandi, at býti verður broytt.
Samskiftið avgerandi
Hann Engell segði, at tað eru ávís viðurskifti, sum ein skaða hava í huga í sambandi við tann almenna fjølmiðlastuðulin, og tað er ikki bara galdandi í Danmark, men so sanniliga eisini í Føroyum. Og hann helt fram:
-Ein fyritreyt fyri einum virknum og livandi samfelagi er, at tað hevur livandi og virknar veljarar. Samskiftið millum veljararnar og politikararnar er saltið í einum demokratii. Fjølmiðlarnir spæla ein avgerandi leiklut í at bera tað politiska orðaskiftið. Tað sermerkta við fjølmiðlunum er, at tað er har, veljararnir fáa vitan um og innlit í tær politisku avgerðirnar, og at tað eru fjølmiðlarnir, sum halda eyga við politikarunum. Væl kunnaðir borgarar, sum taka lut í einum livandi, kritiskum og positivum samspæli í samfelagsmenningini, eru ein avgerandi fyritreyt fyri grundarlagnum undir okkara politisku skipanum.
-Tí er tað eisini avgerandi, um fjølmiðlarnir bara hava handilslig mál, og hvørs høvuðsendamál er at forvinna skjótar pengar, uttan mun til innihaldið annars.
-Tí vit mugu gera okkum greitt, at vilja vit hava fjølmiðlar, bløð, útvarp og sjónvarp við veruligum journalistiskum innihaldi, so kostar tað pengar. Tí er tað ein stórur trupulleiki fyri fjølmiðlarnar í Vesturevropa - eisini í Danmark og í Føroyum - at teir tjena alt ov lítið. Vilt tú lata sínum viðskiftafólki veruligt journalistiskt tilfar og umrøða evni, sum taka drúgva tíð at gera, men sum bara tey fáu hava áhuga í, og halda eyga við orðiskiftinum í Fólkatinginum ella Løgtinginum og í felagsskapum kring landið, so mást tú hava medarbeiðarar. Tað krevur duglalig tíðindafólk, myndafólk, ljóðfólk og kamerafólk. Vil leiðslan ikki, ella eru ikki umstøður til at gera hetta, so fáa vit bløð, útvarp og sjónvarp, sum hava tað fíggjarliga sum fremsta mál, og tað verður eitt stórt bakkast fyri tað demokratiska orðaskiftið, segði Hans Engell.
Føroyar á vegamóti
Hann helt, at føroyingar eru hepnir at hava tvey landsrøkkandi bløð, sjónvarps- og útvarpsstøðir, men at roknskapirnir hjá bløðunum vísa, at teir fíggjarligu karmarnir eru trongir. Hann helt, at Føroyar eru komnar á eitt vegamót, har støða skal takast til, um samfelagið er til reiðar at taka avleiðingarnar av, at bløðini ikki kunnu halda fram. Í hesum viðfangi nevndi Hans Engell, at royndirnar aðrastaðnmi vísa, at ein blað, sum noyðist at steðga, kemur ikki afturíaftur.
Hann helt ikki, at tað er politiskur vilji til at økja tann almenna fjølmiðlastuðulin, soleiðis sum stuðulin er skipaður nú, og sjálvur heldur hann, at tann almenni stuðulin skal skipast soleiðis, at fjølmiðlarnir framvegis binda seg til at menna og nútímansgera fyritøkurnar, samstundis sum pláss skal vera fyri nýggjum luttakarum. Og Hans Engell helt fram:
-Herumframt er tað uppgávan hjá teimum politisku og almennu myndugleikunum at tryggja, at teir privatu fjølmiðlarnir ikki fáa eina fullkomiliga órímiliga kapping frá eitt nú heimasíðunum hjá teimum almennu útvarpsstøðunum. Eitt er, at bløðini skulu stríðast fyri at yvirliva, men nakað annað er, um tey eisini skulu stríðast við stuldur og órímiligar kappingartreytir frá almennum fyitøkum, sum við skattaborgaranna pengum næstan hava óavmarkað møguleikar.
Mugu hyggja frameftir
Hans Engell heldur, at tað er neyðugt at hyggja fram í tíðina, tá støða skal takast til tann almenna fjølmiðlastuðulin, tí stórar broytingar kunnu fáa álvarssamar politiskar, mentanarligar og sosialar avleiðingar. Og tað er kanska serliga galdandi í Føroyum, sigur hann.
-Føroyar hava eina serstøðu sum eitt lítið máløki við egnari mentan og egnari søgu. Fjølmiðlamenningin er ein partur av føroysku søguni, har bløðini hava virkað sum boðberar. Kemur hendan fjølmiðlamyndin undir trýst, má onkur lata dyrnar aftur, og tað merkir ikki bara, at okkurt blað fer í søguna, men eisini ein mentanar- og søguboðberi. Í einum størri samfelag kunnu fólk kanska venja seg við at taka okkurt annað, tá eitt blað hvørvur, men sjálvt um ein kann siga mangt og hvat um tey føroysku bløðini, so vænti eg ikki, at nakar føroyingur er hugaður fyri at seta seg Herald Tribune, Nordjyske Tidende, Berloingske ella EkstraBlaðnum í staðin fyri eitt føroyskt blað. So føroyskir politikarar og føroysk fjølmiðlafólk hava eina stóra ábyrgd í einari tíð, tá bløð og miðlahús eru fyri so stórum ágangi sum ongantíð fyrr, segði Hans Engell í uppleggi sínum í Miðlahúsinum.










