Føroyski fiskiflotin hevði 186 miljónir krónur í halli í fjør

Tað gongur illa hjá føroyskari fiskiskipavinnu í løtuni. Árið í fjør var vánaligt, og smá útlit er til, at árið í ár verður nakað betri. Samanlagt hava allir skipabólkar hall – eisini teir bólkar, sum áður hava staðið seg hampiliga væl. Meðan heimaflotin okkurt árið hevur staðið fyri hallinum, gevur nú eisini verksmiðjuflotin og pelagiski flotin hall, um óvanligar inntøkur, sum eitt nú eru skipasølur, verða tiknar burtur úr

Skipaflotin

Árið í fjør var eitt sera vánaligt ár hjá føroyska fiskiskipaflotanum. Samanlagt hevði flotin eitt hall upp á tilsamans 186,6 miljónir krónur, tá óvanligar inntøkur, sum eitt nú kunnu vera skipasølur, eru tiknar burtur úr. Tað, sum sermerkir árið í fjør, er, at eingin skipabólkur fekk raksturin at hanga saman. Tó er tað ikki so, at einki skip í ymisku bólkunum hevði avlop, men taka vit bólkin undir einum – eins og allar bólkarnar samanlagdar – góvu allir hall.
Úr rúgvuni kunnu vit nevna, at bert eitt trolarapar millum partrolararnar, sum eru við í greiningini, hevði avlop, og eisini hevði eitt av trimum rækjuskipum avlop. Raksturin hjá øllum garnaskipunum gav hall í fjør. Millum línuskipini eru eisini ógvuliga fá, sum kunnu vísa á avlop.
Eitt, sum kanska serliga fellir í eyguni, er, at teir bólkar, sum undanfarin ár hava havt góðan og rímiliga góðan rakstur, nú eisini góvu hall í fjør. Talan er um verksmiðjutrolarar og pelagisku fiskiførini.
Hetta vísir roknskapargreiningin, sum grannskoðaravirkið Nota hevur gjørt.
Nota er fyrrverandi Rasmussen & Weihe, sum fýra fylgjandi ár hevur staðið hesi greining.
Framløgan av hesi fimmtu roknskapargreiningini var í snotuligu hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon seinnapartin í gjár, og hesaferð var tað Nota, sum stóð fyri framløguni.
Tað eru tey bæði, Bjarni Arnason, løggildur grannskoðari og Jacobina í Lambanum, grannskoðari, sum bæði í ár og undanfarin ár hava lagt fram úrslitini, sum felagið er komið fram til.
Grundarlagið undir greiningini eru almennar ársfrágreiðingar og roknskapir hjá teimum feløgum, sum eiga skipini. Aftrat hesum hevur Nota eisini fingið upplýst eitt nú veiðinøgd og nettosølu.
Við í greiningini eru øll fiskiskip, sum eru yvir 110 tons (línu-og garnaskip) ella hava eina maskinorku, sum er yvir 400 hk (trolarar), og hetta er sambært flokkingini av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Útróðrarflotin er soleiðis ikki við í greiningini, og tað eru smærru trolbátarnir heldur ikki.
Nøkur av teimum størru skipunum eru heldur ikki við í greiningini. Hetta eru eitt nú skip, har roknskapirnir ikki eru atkomiligir, tí feløgini eru skipað soleiðis. Talan er eitt nú um partrolararnar, Polarhav og Stjørnuna, sum eru ogn hjá kommandittfelag.

Stutt gjøgnumgongd
Taltilfarið, sum Nota legði fram í gjár, er rættiliga rúgvusmikið, og vit fara at venda aftur til greiningina í komandi viku.
- Vit hava lagt dent á at vísa gongdina hjá hvørjum einstøkum skipabólki hesi fimm árini. Fyri at fáa eina heildarmynd av fiskiskipavinnuni, hava vit eisini valt at leggja tølini fyri allar skipabólkarnar saman. Dentur er lagdur á at geva lesarunum møguleikan at gera sínar egnu niðurstøður. Taltilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskar hættir.
Bjarni Arnason og Jacobina í Lambanum staðfesta í sínari niðurstøðu, at stórar broytingar eru farnar fram í okkara fiskiskipaflota árini, greiningarnar eru gjørdar (2004-2008).
- Sum heild hevur fiskiflotin havt eina framgongd árini 2004-2006. Síðan vendir gongdin til afturgongd í 2007 og 2008.
Tey siga í síni niðurstøðu, at framgongdin sum heild var stór í 2006, eins og afturgongdin hevur verið óvanliga stór í 2008, tá sæð verður burtur frá óvanligum postum, sum eitt nú kunnu vera skipasølur.
- Roknskapargreiningin fevnir ikki um 2009, men ábendingar eru um, at árið 2009 eisini verður eitt vánaligt ár hjá øllum skipabólkum samanløgdum. Sambært tølum, vit hava fingið frá Fiskimannafelagnum, er samlaða veiðivirðið í tíðarskeiðinum januar til september 2009, lækkað samanborið við sama tíðarskeiði í 2008.
Bjarni og Jacobina vænta tí, at vánaliga gongdin, sum var í 2008, fer at halda fram í ár.

Skipaflotin
Í stuttu niðurstøðuni sigur Nota, at pelagisku skipini ikki høvdu serliga gott ár í 2004, men árini 2005-2007 gekk framá, og serliga í 2006 hevði flotin stóra framgongd. Í 2008 versnaði úrslitið tó munandi. Flotin er kortini nøkulunda konsolideraður, men gjaldførið kundi verið betri.
- Sambært tølum hjá FF er miðalprísurin hjá pelagiskum skipum hækkaður nakað fyrstu 9 mánaðirnar í ár, men samlaða veiðan og samlaða veiðivirði er tó minkað í sama tíðarskeiði.
Bjarni og Jacobina vísa á, at nú færri skip eru í hesum bólki, og veiðimøguleikarnir eru broyttir, er tað torført at samanbera árið 2009 við 2008.
Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan var framvegis vánalig við árslok 2008.
- Í løtuni eru bert 3 skip í rækjuvinnuni, og sambært tølum hjá FF er miðalprísurin fyri kilo 9 teir fyrstu mánaðirnar í 2009 hækkaður í mun til somu tíð í fjør. Hinvegin er nøgdin minkað nakað. Samanlagt er veiðivirðið hækkað í ár, og samanlagt eru útlit til, at gongdin hjá rækjuskipunum hevur verið nakað betri í ár enn í fjør. Ein týðandi partur er, at oljuprísirnir eru væl lægri enn í 2008.
Verksmiðjutrolararnir hava havt nøkur rímiliga góð ár, og flotin er rímiliga væl fyri við árslok 2008. Raksturin hevur verið stabilt góður árini 2004-2007, men úrslitið var vánaligt í 2008. Bæði prísir og veiðinøgd vóru vánalig í 2008.
- Sambært tølum, vit hava fingið, minkar veiðinøgdin í 2009, samstundis sum miðalprísurin fyri vøruna eisini minkar í ár. Væntandi er, at úrslitið hjá hesum bólki verður umleið tað sama í ár sum í fjør.
Um partrolaraflotan siga tey bæði, at gongdin hjá hesum partinum av flotanum versnaði munandi í 2008, og bæði solvensur og gjaldføri vóru vánalig við árslok í fjør.
- Veiðinøgdin fyrstu 9 mánaðirnar í ár er nakað tann sama sum somu mánaðir í fjør, men kanningin vísir, at miðalprísurin er øktur fyrstu 9 mánaðirnar í ár. Við lækkandi oljuprísum í mun til í fjør, er væntandi, at vánaliga úrslitið hjá partrolarum kanska ikki verður uppaftur verri í ár enn í fjør.
Hjá lemmatrolarum stendur sum heild einki serligt til,
og fíggjarstøðan er ikki nøktandi. Gjaldførið versnaði nógv í 2007 og 2008, eins og minking í veiðinøgd og miðalprísi árini 2006-2008 merkir, at úrslitið hjá hesum skipum aftur vendist til hall.
- Sambært tølum hjá FF hava lemmatrolarar merkt eina afturgongd í veiðinøgd higartil í ár, eins og miðalprísurin er lækkaður nakað. Tó at oljan er bíligari í ár enn í fjør, er væntandi, at úrslitið hjá lemmatrolarum verður uppaftur verri í ár enn í fjør.
Línuskip hava havt nøkur vánalig ár. Miðalprísurin fyri veiðina hækkaði í 2005, 2006 og 2007, men minkaði aftur munandi í 2008.
- Vegna fallandi veiðinøgd og í seinastuni eisini við minkandi fiskaprísum hava hesi skip havt stóra afturgongd seinastu 5 árini. Serliga stór hevur afturgongdin verið í 2007 og 2008.
Bjarni Arnason og Jacobina í Lambanum vísa eisini í hesum førinum til tøl hjá Fiskimannafelagnum fyri árið í ár.
- Her sæst ein afturgongd í veiðinøgd fyrstu 9 mánaðirnar í ár, eins og miðalprísurin er lækkaður munandi. Hetta merkir, at samlaða veiðivirðið hjá línuskipum er tískil munandi lægri í ár enn somu tíð í fjør. Væntandi er tí, at ársúrslitið hjá línuskipum verður uppaftur lakari í ár enn í fjør, sum annars var eitt sera vánaligt ár.
Tey bæði vænta, at tað verða línuskip, sum ikki megna at halda fram, sum tíðin gongur.