Føroyski Eftirskúlin í Hvalba

Komandi ár hevur undirritaði verið virkin í politikki í 50 ár, og øll hesi ár hevur eitt av mínum hjartamálum verið ungdómurin

Ungdómurin er okkara framtíð og íløgur í ungdómin kunnu ikki virðismetast nóg høgt. Tað verði seg borðtennis, fótbóltur, kappróður, flogbóltur ella annar ítróttur, tí eg veit av egnum royndum hvussi stóran týdning tað hevur fyri okkara ungdóm at tey verða stuðla og ment til blómandi virksemi.

Í nógv Harrans ár hevur stórt tal av føroyskum næmingum leitað sær á danskar eftirskúlar, tí at vit her heima ikki hava slík tilboð til teirra. Til tess Føroyar ikki skulu gerast eftirbátur á skúlaøkinum samtykti Føroya Løgting í ár 2000 eina føroyska eftirskúlalóg. Líka síðan hava fyrireikingar verði gjørdar at seta á stovn nýtímans eftirskúla í Hvalba, og nú bæði álit og útgreiningar eru latnar Føroya Landsstýri er málið búgvið til politska støðutakan.

Undirritaði fegnast um eftirskúlaverkætlanina, sum eg haldi er eitt megnar tiltak til gagns fyri føroyskan ungdóm. Serliga fegnist eg um, at bæði kommunufeløgini taka undir við verkætlanini og at nevndin fyri eftirskúlan hevur lagt so stóran dent á samstarv við teir bestu eftirskúlarnir í Danmark, tí hetta er borgan fyri at vit fáa ein eftirskúla á høgum altjóða støði. Eg stuðli eftirskúlanum av fullum huga og vil virka fyri at hann kemur á komandi fíggjarlóg, so vit kunnu byrja uppá eftirskúlan sum skjótast.