Ungi føroyski Dánjal Lisberg sang seg víðari í fyrsta umfari av X Factor í kvøld. Hann sang flotta lagið "Room With a View" hjá donsku Tina Dickow, og dómararnir vóru so mikið imponeraðir, at teir allir sendu hann beinleiðis víðari til næsta umfar.
Tað er eftir hondini vorðin fastur siður, at ein føroyingur er við í hvørjari sesong av X Factor. Føroyska umboðanin seinastu árini hevur verið góð, og fleiri hava eisini staðið seg væl.
Linda Andrews vann kappingina í 2009, og so hava Anna Faroe, Sveinur Gaard Olsen og Jógvan Joensen eisini blandað seg millum tey bestu í livesendingunum. Haraftrat eru fleiri hálvir føroyingar, eitt nú Sigmund Trondheim og Jasmin Dahl.
Seinastu 10 árini hevur X Factor verið at sæð á DR1, men nú hevur TV2 yvirtikið vælumtóktu sangkappingina. Í kvøld var fyrstu ferð, X Factor hevur verið at sæð á skíggjanum hjá TV2.
Næsti partur av X Factor 2019 verður sendur næsta fríggjakvøld á TV2.