Tveir av tungu dreingjunum innan danska filmsheimin eru júst farnir av landinum aftur. Teir hava hitt menninar aftanfyri filmarnar um Trølla Pætur, sum hava ætlanir um ein føroyskan barnafilm, ið skal snúgva seg um ein føroyskan drong, ið hevur óvanligt tilknýti til tann heim, eingin vanliga sær. Eitt samspæl millum tað náttúrliga og tað yvirnáttúrliga.
Stóru donsku nøvnini, ið hava vitjað, eru Hans Hansen, ið m.a. hevur havt ein fingur við í filmum sum ?Gummi Tarzan? og ?Vil du se min smukke navle? Hann hevur tilknýti til filmsfelagið Zentropa, har Lars von Trier eisini heldur til. Hitt stóra navnið er Ulrik Breuning, ið hevur havt týðandi leiklut í framleiðsluni av donskum barnafilmum. Hann er fyrrverandi stjóri í Nordisk Film Junior.
Og hóast hugskotið hjá føroysku stigtakarunum er at fáa lív í aftur føroyska álvaheimin, tann yvirnáttúrliga heimin, so tykjast ætlanirnar nú hava førkað seg nærri veruleikanum.
Sáttmáli ávegis
Føroyingarnir, ið hava arbeitt við ætlanini um føroyska barnafilmin, eru klaksvíkingarnir Niklas Heri Jákupsson, Steintór Rasmussen og Jógvan Eliasen. Teir eru eisini menninir handan Trølla Pætur og filmarnar um hann.
Í døgunum frá 1. august til 5. august hava donsku filmsmenninir vitjað klaksvíkingarnar fyri at tosa um ætlanirnar og fyri at hyggja seg um í Føroyum.
Niklas Heri Jákupsson er væl nøgdur, nú fyrsta vitjanin hjá donsku filmsmonnunum er av, tí samstarvið hevur verið gott, ein fyribils sáttmáli er um at koma undir land, og eggjanin til at halda fram var ovurhonds stór.
- Jú, ætlanin er spennandi enn. Áhugin hjá dosnku filmsmonnunum var stórur og ein fyribils sáttmáli er ávegis, so vit fáa arbeiðsfrið. Ætlanin nú er, at vit skriva og hava dedline tann 1. oktober og so kann kanska filmur spyrjast burturúr í 2004. Men hetta er long arbeiðsgongd og eg ljóði kanska nakað positivur, men nógvir garðar eru, ið vit skulu uppum, sigur Niklas Heri.
Og hann hevur orsøk at fegnast, tí tað er jú ikki bert ein og hvør, ið hevur sýnt áhuga, men stór nøvn innn danskan film.
Og hóast nógvar garðar at fara um, so er eingin ivi um, at siga donsku filmsmenninir seg styðja føroysku ætlanina, so fara nógv portur upp og nógvar forðingar burtur, sum døgg fyri sól.
Góða søgan
- Nú leita vit eftir góðu søguni. Ikki tí, tað vit hava gjørt er gott, men vit kunnu altíð leita eftir betri søgu. Vit hava við filmsmenninar tosað um okkara upplegg og fingið góð ráð.
- Men arbeiðsgongdin er drúgv og vegurin langur. Vit skulu koma við góðu søguni. So skal áhugin staðfestast hjá donsku filmsmonnunum. So skal handritið skrivast og skal so leggjast fyri Dansk Fimsinstitut, ið stuðlar við eini 50 prosentum. Síðani skal restin av stuðlinum finnast, greiðir Niklas Heri frá um arbeiðsgongdina.
Tungu donsku dreingirnir innan danskan film tóktust sera hugtiknir av tí teir sóu, tá teir vitjaðu ymsastaðir í Føroyum. Og góða veðrið síðstu dagarnar hevur eisini gjørt sítt til, at ein føroyskur barnafilmur tykist hómast í havsbrúnni.
- Nú ljóðar hetta positivt, men vit eru greiðir yvir, at stór vónbrot kunnu koma og aðrar ætlanir kunnu lættliga yvirhála, sigur Niklas Heri, sum í hesum døgum spentur bíðar eftir postinum, tí ein fyribils sáttmáli, ið gevur arbeiðsfrið eitt tíðarskeið, er ávegis.
Hugskotið er ein norðurlendskur barna og ungdómsfilmur, har ein drongur hevur samband við álvar og og yvirnáttúrliga heimin, ein filmur um kærleika millum ung úr ymsum londum og sambandið og tvístøður millum ung og eldri.
Hóast yvirnáttúrliga íkastið, so tykjast føroysku filmsætlanirnr nærkast veruleika, nú tveir kendir danskir filmsframleiðarar hava vitjað og framvegis vís ætlanini stóran áhuga.










