Føroyskar telefonir í Afrika

Iridium tænastan hjá Føroya Tele hevur fingið kundar í Togo og Sierra Leona

SAMSKIFTI

Iridium skipanin virkar á tann hátt, at ringjast kann við somu telefon allastaðni í heiminum umvegis fylgisvein til allar aðrar telefonir.
Tað er mest skip, sum gera sær dælt av hesari skipanini. Har hvørki NMT ella UHF røkkur virkar Iridium.
Onkur hevur kanska lagt til merkis, at fyri tíðina eru nakrar lýsingar fyri Iridium. Júst hetta sama Iridium hevur verið at sæð í lýsingum í bløðum fyri nøkrum árum síðani, og nú er aftur okkurt at frætta um Iridium.
Talan er um ein fylgisveinatelefonskipan. Eftir at Iridium fór av knóranum, varð fyritøkan endurreist við nýggjum eigarum fyri tveimum árum síðani.
Føroya Tele er eitt av umboðnum fyri Iridium í Føroyum.
Magni Olsen, sum starvast deildini fyri Strategi og virkismenning hjá Føroya Tele, sigur, at Føroya Tele metti hetta vera eitt spennandi nýtt øki, og teir eru av álvara farnir undir at royna at reka kommersielt virksemi eftir eina royndartíð.

Í Afrika
Magni Olsen upplýsir, at tey í løtuni koyra eitt pilotprosjekt í Afrika.
?Vit royna eina avrokningarskipan á nøkrum skipum í Afrika saman við Iridium, har vit eisini lána útgerð til skipini, men tey gjalda fyri ta tíð, tey tosa, sigur Magni Olsen.
Hesi bæði skipini eru Doulos í Togo og Anastasis í Sierra Leona. Hesi bæði skipini eru skip hjá kristnum felagsskapum, sum sigla nógv runt millum lond. Dulos hoyrir til sama reiðarí sum Logos II, ið var í Føroyum í 2001.
Við Tel-Log, sum avrokningarskipanin hjá Iridium eitur, kann hvør á skipinum hava sítt egna loynital sum frámerki, og harvið verður lættari at gera upp, hvør skal gjalda hvat fyri at ringja.
?Avrokningarskipanin er nógv betri enn við øðrum skipanum, og tað er einki fyri at halda skil á hjá reiðarínum og manning, sigur Magni Olsen.

Bíligt
Samanborið við eitt nú Immarsat er Iridium skipanin rættiliga bílig. Sjálvar telefonirnar eru kostnaðarmiklar ? prísurin liggur um 20.000 kr. Gjaldið fyri hvønn mánað er 148 kr.
Kostnaðurin fyri at ringja er 4,50 kr./min til aðrar Iridium telefonir allar tíðir á døgninum. Verður ringt til eina ?vanliga? telefon, skalt tú av 8,43 kr/min. Samanbera vit hetta við, at tað eitt nú kostar tólv krónur at ringja til Brasilia úr Føroyum, so er hetta ikki so øgiliga nógv. Góðskan er eins og við øðrum fylgisveinasambondum við eitt sindur av seinkan.
Iridium bjóðar tvey sløg av telefonum. Eitt er ein fartelefon, sum ikki er so nógv størri enn vanligar GSM fartelefonir. Hin er ein telefon at seta fast í einum stað, og hin minnir nógv um nakrar av teimum fyrstu NMT telefonum, ið komu til Føroya fyrst í nítiárunum.
Skipanin rúmar eisini dataflutningi og smærri tekstboðum.