Undirtøkan fyri filmsverkætlanini Føroyskar Søgur er so mikið góð, at ein nýggj DVD-fløga við forkunnugum, føroyskum filmsklippum kemur út áðrenn summarfrítíðina
- Hetta má sigast at vera ein success.
Soleiðis sigur samskiftisráðgevin Per Højgaard, sum vegna Eik Banka og Eik Grunnin hevur samskipað filmsverkætlanina Føroyskar Søgur, ið flestu føroyingar munnu kenna.
- Neyvan nøkur bók í Føroyum seinasta árið man hava selt so væl, sum Føroyskar Søgur. Seinasta hálva árið eru seldar umleið 6.000 DVD-fløgur við føroyskum filmsperlum. Tað gevur grundarlag fyri enn einari útgávu. Framleiðslan er longu byrjað, og málið er, at Føroyskar Søgur 2 eru til keyps longu fyri summarfrítíðina, sigur Per Højgaard.
Í stuttum eru Føroyskar Søgur ein filmsverkætlan, ið hevur til endamáls at lýsa ymisk tíðarskeið og smáar og stórar tilburðir seinastu 100 árini á filmi, so sum føroyingar sjálvir hava upplivað hesi. Føroyingar sjálvir hava ? saman við útlendingum ? gjørt filmsupptøkurnar, ið eru grundarlagið undir verkætlanini.
Les meira í vikuskiftisútgávuni av Sosialinum.