Filmurin Føroyskar Søgur, har brot burturúr vóru framførd á Ólavsøku í Miðlahúsinum kemur út í morgin Á DVD-fløguni, eru allar hugsandi hendingar, ið føroyingar hava tikið upp á film seinastu 100 árini. Talan er um kongavitjanir, kappróður á Ólavsøku, stórhvalaveiða, grindadráp og mangt annað, ið føroyingar hava tikið upp.
Føroyskar Søgur eru samansettar av upprunaupptøkum. Søgulig ljóðbrot eru at hoyra saman við livandi myndunum, eins og upplestur av tekstum úr samtíðini krydda og undirbyggja filmsupplivilsið.
Tað er Eik Grunnurin, ið hevur veitt fíggjarliga fyritreytir fyri filminum.
- Tað heilt serliga við Føroyskum Søgum er, at hetta eru søgur frá føroyingum um føroyingar. Hetta eru upplivingar ? bæði gerandis og til høgtíð. Júst hetta skuldi gjørt verkætlanina fólksliga, og onki er meira í tráð við siktið hjá Grunninum. Hetta er ikki tann almenna Føroya Søga og skal heldur ikki vera tað, sigur Frithleif Olsen, nevndarformaður í Eik Grunninum.
Filmurin, sum er samansettur av 12 sjálvstøðugum filmspørtum, er í einari føroyskari og einari danskari útgávu.
Kostnaðurin er 199 krónur, og filmurin fæst til keyps í bókhandlum, Shell- og Statoilstøðum og einari røð av handlum kring landið. Harumframt kann filmurin keypast beinleiðis á hesari heimasíðuni: www.vildmedhistorie.dk.
Heimasíða er gjørd í sambandi við verkætlanina. Hon eitur: www.foroyskarsogur.fo