Ein av teimum best umtóktu tónleikabólkunum í Føroyum Danny & The Veetos, sum eru best kendir fyri løgini "Sunnukvøld í mai", "Farvæl" og "Alright" hava júst latið fjórða sjónbandalag teirra úr hondum. Lagið, sum kom út á Youtube í gjár eitur "Tears".
Daniel Thomas Stroh hevur leikstjørnað. Pétur Már Pétursson er filmslistafólk og hevur klipt sjónbandalagið til. Rúna Ingunardóttir & Danny Baldursson hava framleitt sjónbandið.
Tears kann síggjast við at trýsta á pílin omanfyri myndina.