Føroyskar modellir vitja Ársins songrødd

Leygarkvøldið verður finalan í Ársins songrødd, og umframt teir átta finalistarnar fara føroyskar modellir eisini at seta sín dám á tiltakið Átta luttakarar eru til reiðar at dystast um heitið Ársins songrødd. Finalan í kappingini verður í ítróttarhøllini á Kambsdali leyagrkvøldið.

 

- Tað hava verið fýra innleiðandi umfør, og tey hava gingið ómetaliga væl,og støðið verið høgt sum aldrin fyrr, sigur Mark Joensen, fyriskipari av tiltakinum.

 

Sum eitt bonus til finaluna, fara fimm føroyskar modellir at vísa nýggjastu undirklæðini fram. Ein av teimum er Connie Brockie, sum tekur lut í sjónvarpsrøðini Paradise Hotel í ár.

 

- Vit fegnast um at kunna bjóða gestum okkara eitt satt upplivilsi til finaluna, sigur Mark Joensen.

 

Á tiltakinum leygarkvøldið fer FInn Jensen úr Páll Finnur Páll at syngja, og DJ Cool fer at undirhalda.

 

Bussar koyra í sambandi við tiltakið.