Føroyskar lýsingar í Havnar Bio

Reproz og Havnar Bio fara nú saman at varpa føroyskar lýsingar á løriftið í Havnar Bio áðrenn filmssýningarnar

Øll kenna tær vanligu lýsingarnar, sum koma á stóra løriftið í Havnar Bio, áðrenn filmurin byrjar. Tað eru útlendskar lýsingar, sum hava verið vístar. Mangan hava tað verið tær somu lýsingarnar, sum føroyingar hava sæð á TV3 og Kanal 5.
Men nú verða lýsingarnar føroyskar. Reproz og Havnar Bio fara saman at varpa føroyskar Biolýsingar á hvíta løriftið í Havnar Bio. Allir filmar fara at byrja við føroyskum lýsingum. Hetta er ein góður møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at fáa eina nýggja dimensión í teirra lýsingaátøk.

Venda sær til tey 15 - 25 ára gomlu
Á heimasíðuni www.biolysingar.fo stendur, at biolýsingarnar venda sær serliga til tey 15 - 25 ára gomlu. Tey ungu nýta nógvar pengar, men tey hyggja lítið at SvF, og tí raka lýsingarnar í SvF ikki hendan bólkin. Millum 80.000 og 90.000 fólk ganga til biograf í Havnar Bio um árið. Harav eru tey flestu 15 til 25 ár. Tí geva biograflýsingarnar føroyskum lýsarum ein góðan møguleika at røkka hesum bólki.

Heimasíðan hjá Biolýsingar skrivar, at kanningar vísa, at biolýsingar hava tríggjar ferðir so stóra ávirkan á folk, sum vanligar sjónvarpslýsingar.

- Biograflýsingar er ein tann mest effektivi lýsingahátturin yvirhøvur. Í biografinum er einki sum órógvar, stólarnir eru bleytir, lagið er gott og sinnið opið. Hetta ger, at lýsingarnar glíða betur niður og festa seg fastari í minnið á hyggjarunum enn t.d. sjónvarpslýsingarnar heima í stovuni, stendur á www.biolysingar.fo