Føroyskar kvinnur liva longst

Kvinnur í Føroyum hava hægsta livialdur í norðurlondum

Nýggj uppgerð hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum vísir, at føroyskar kvinnur hava hægsta livialdur í norðurlondum. Kvinnur í Føroyum liva í miðal 84,5 ár.

Næsthægsta livialdurin hava kvinnur á Álandi – teirra væntaði livialdur er 84,3 ár.

Føroyskir menn liva í umleið 80 ár, og tað svarar til miðal hjá norðurlendskum monnum. Menn í eitt nú í Íslandi, Noregi og Svøríki liva longri enn føroyskir menn.

Grønland hevur nógv lægsta livialdurin í norðurlondum. Grønlendskir menn liva í miðal 70 ár, og tað eru 10 ár minni enn miðal hjá norðurlendskum monnum. Grønlendskum kvinnur liva í miðal um 74 ár, sum eisini er nógv lægri enn miðallivialdurin hjá norðurlendskum kvinnum.