Føroyskar kvinnur framføra Pink Floyd

Tað er íslendski rock-bólkurin Dúndurfréttir, sum saman við fimm føroyskum kvinnuligum artistum, fer at standa fyri tónlistarligu framførsluni útgávuni hjá Pink Floyd leygarkvøldið 5. mars.

 

Plátan »The Dark Side of the Moon« kom á marknaðin í mars 1973 og var tá hin áttanda í pláturøðini hjá enska progressiva rock-bólinum Pink Floyd. »The Dark Side of the Moon« útgávan fekk sera góða móttøku og reyk beint á Billboard 200 listan og varð verandi á listanum tær næstu 741 vikurnar á rað, frá 1973 til 1988, og hetta er tað longsta nøkur útgáva í tónleikasøguni hevur ligið á billboard listanum. Mett verður, at 45 milliónir eintøk eru seld av útgávuni, og er hon sostatt ein hin mest selda útgávan í heiminum nakrantíð.

 

Nú fáa føroyingar so høvi at hoyra henda tónleikin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 5. mars klokkan 19.00, tá ið íslendski bólkurin Dúndurfréttir trýnir á pallin. Sami bólkur var í Norðurlandahúsinum í februar 2009 og framførdi The Wall saman við Føroya Symfoniorkestri fyri trimum fullsettum hølum. Til framførsluna av »The Dark Side of the Moon?,« verður ikki nakað symfoniorkestur við, men fimm føroyskar tónleikakvinnur. Anna Faroe fer at syngja saman við bólkinum og Konni Kass verður við á saxofon og tær tríggjar bakgrundsrøddirnar eiga Unn Paturson, Eyð Berghamar Jacobsen og Anna Maria Olsen.