Føroyskar kvinnur biðja fríggjadagin

Fríggjadagin verður Altjóða Kvinnubønardagur hildin kring allan heim.

Hetta er eitt felagskristiligt tiltak, har kvinnur úr 170 ymiskum londum og úr ymiskum samkomum og kirkjum koma saman í bøn.

Eisini í Føroyum verður dagurin hildin.

Tað verður við fundum klokkan 19.30 í Evangeliihúsinum í Havn, Christianskirkjuni í Klaksvík, missiónshúsinum í Vestmanna og í missiónshúsinum í Vági og har eru allar kvinnur vælkomnar, siga fyrireikararnir.

Í ár eru tað kvinnurnar í Fraklandi, sum hava lagt skránna til rættis og evnið á degnum er: Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti mær.