Føroyskar krígssøgur út í bók

Klokkan 17 í dag, mikudagin, verður ein bók løgd fram á Seglloftinum á Tvøroyri.

Tað er Mathias Lassen, sum leggur fram bókina, hann hevur skrivað um ?Tá ið týskurin søkti sluppirnar á Føroyabanka í 1917?.

Bókin sigur frá tí nógva kavbátavirkseminum, sum var undir Føroyum undir fyrra veraldarbardaga.

Nógvar føroyskar sluppir og nógv skip við farmi til Føroya vórðu søkt, og manningarnar noyddust í bátarnar og rógva teir 70 fjórðingarnar til lands. Umframt kavbátavirksemið undir fyrra veraldarbardaga, sigur bókin eisini frá tíðini undan krígnum, tíðina um aldarskiftið, um byrjanina av sluppfiskiskapinum, og um tjóðskaparrørsluna í Týsklandi, sum breiddi seg til Suðurjútland, Føroya og Íslands.