Við heimastýrislógini frá 1948 er føroyska kommunu-hugtakið innihaldsliga gjørt til nakað annað enn kommunu-hugtakið í Danmark. Við heimastýrislógini varð lóggivið um eitt nýtt slag av almennum myndugleika - eitt nýtt slag av kommunum - í Føroyum. Sum við øllum í heimastýrislógini var grundgevingin at viðurskiftini í Føroyum eru nógv øðrvísi enn viðurskiftini í Danmark.
Tað skrivar Búskaparráðið í eini viðmerking í búskaparfrágreiðingini, sum varð løgd fram hósdagin.
Búskaparráðið vísir á, at høvuðsmunurin millum føroyska og danska kommunuhugtakið er, at eftirlitsmyndugleikin hjá státinum er grundlógarfestur fyri donsku kommunurnar. Fyri føroysku kommunurnar er eftirlitsmyndugleikin hinvegin í heimastýrislógini lógarfestur at vera hjá heimastýrinum.
Grundgevast kann tí fyri, at føroysku kommunurnar ikki eru kommunur í grundlógarinnar týdningi, men ein í 1948 nýskapt “myndugleika-konstruktión”. Tá eftirlitið við føroysku kommununum varð flutt frá amtmanninum til heimastýrið í 1948, var sostatt skilmarkað eitt nýtt kommunuslag, ið staturin ikki ábyrgdaðist av, men bert landið sum eftirlitsmyndugleiki.
At hetta ikki er týdningarleyst, er m.a. váttað í tí dómi, sum ein føroysk kommuna fekk, tá hon í 1993 sendi rættinum umbøn um at verða tikin undir trotabúgvarviðgerð42. Her varð staðfest at “tilsynsmyndigheden tager vare på at en kommune kan opfylde sine økonomiske forpligtelser”.
Serføroyska kommunu-hugtakið hevur annars sínar søguligu røtur aftur í 19.øld, byrjandi við kirkjusóknarstýrum og seinni nógv ávirkað av markatalsbygda-býtinum (og grannastevnueindini).
Serføroyska kommunuhugtakið er eisini sermerkt við at nýggir almennir myndugleikar kunnu spretta fram úr samarbeiðinum millum kommunur uttan at politiska skipanin gevur avleiðingunum stórvegis gætur.
Hetta hendi á eldrarøktarøkinum 2015. Tá kom eitt nýtt kommunalt myndugleikaslag inn í almenna geirabýtið, soleiðis at hetta geirabýtið nú fevnir um (1) land, (2) kommunur, (3) almannagrunnar, (4) ríki, og sum nakað nýtt - (5) økiseindirnar innan eldrarøktina (sum eisini eru samanfallandi við kommunalu samstarvsøkini fyri barnaverd).
Sum eitt kuriosum nevnir Búskaparráðið, at hetta nýggja uppbýtið hevur gjørt tað nógv meira krevjandi hjá Hagstovu og Gjaldstovu at skipa roknskapin fyri allan almenna geiran. Tær ofta torgreiddu koncern-elimineringar, ið neyðugar eru fyri at seta upp ein rættan roknskap fyri almenna geiran (koncernroknskap), eru vaksnar stórliga í tali og í slagi, skrivar Búsksparráðið í hálvarsfrágreiðingini.