Føroyskar gentur við í MGP

9 ára gomlu Rebekka og Camilla skulu verða við í danska Barnagrandprixnum, sum verður hildið í næsta mánaði

Tá ið danska Barnagrandprixið  sum gongur undir navninum MGP  verður hildið tann 17. september, verða tvær føroyskar gentur við á pallinum.
Ein av bólkunum, sum fer at syngja, er úr Herlev, og millum tær seks genturnar eru tvær føroyskar.
Genturnar, sum syngja, eru Karoline og Zoe, og síðani skulu fýra gentur úr flokkinum hjá teimum dansa. Onnur teirra er Rebekka, og hin er Camilla. Mamma Rebekku er Sanna Smith, og Camilla er dóttir læknan Jens Paula Marstein.
Sangurin hjá gentunum úr Herlev kallast »Et Stjerneskud«, og tað er einasta ballada í rúgvuni av nógvum lívligum poppsangum til MGP 2005.
Gentubólkurin er Herlev er yngsti bólkurin, sum er við til MGP í ár.