Føroyskar fyritøkur ætla at vaksa

Tað vísir ein kanning, sum ALS hevur latið gjørt av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fyritøkur oman fyri 51 starvsfólk og undir fimm starvsfólk eru tær, ið mest ætla sær at vaksa, vísir kanningin

- Vit vildu fyrst og fremst vita, hvønn veg ALS skal fara fyri at førleikamenna arbeiðsmegina í ALS, so at tey kunnu koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, sigur Ernst Jacobsen, stjóri á Arbeiðsloysistryggingini.
Kanningin eitur »Førleikamenning og arbeiðsmegi – tørvurin hjá føroyskum fyritøkum«, og tað er Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning í Vági, sum hevur staðið fyri kanningini.
Kanningin skuldi staðfesta, hvør tørvurin hjá føroyskum fyritøkum er í løtuni og í framtíðini, tá tað um starvsfólkamenning umræður.
- Tað hevur týdning fyri okkum, at vita, hvørjar førleikar fyritøkur ynskja sær, at starvsfólkið hevur, og við hesari kanningini ynskir ALS at byggja brýr millum fyritøkur og fólk í ALS, sigur Ernst Jacobsen.
Stjórin í ALS er fegin um kanningina, sum hann heldur gevur svar upp á nógvar spurningar.
- Tá farið verður undir slíka kanning, verða sjálvandi settir nógvir spurningar, og tala er eisini um eina kanning, sum ikki er gjørd áður, og tað í sjálvum sær er ógvuliga spennandi, sigur Ernst Jacobsen.
Eitt annað, sum stjórin á ALS heldur vera serliga positivt er, at av teimum 109 fyritøkunum, sum svaraðu spurningunum, hava fleiri í kvittanum at seta fleiri fólk.
- Hesar fyritøkurnar ætla at seta eini 425 fólk komandi trý árini, og tað er ógvuliga positivt, sigur Ernst Jacobsen.

Umboðandi marknaðin
Somuleiðis vísti kanningin, at arbeiðsgevarar eru áhugaðir í fólki við ávísum førleikum fram um fólk uttan útbúgving.
- Hetta er eisini eitt greitt signal hjá okkum um at førleikamenna fólk í ALS, sigur Ernst Jacobsen.
Spurnarbløð vóru send út til 344 fyritøkur, og av teimum valdu 109 at svara.
- Eg haldi, at tað er nøktandi. Sjálvandi kundi verið ynskiligt, at fleiri fyritøkur vórðu við, men svarini eru umboðandi, sigur Ernst Jacobsen.
Tað skal sigast, at spurnarbløðini bert vóru send privatum fyritøkur.
- Vit kundu hugsa okkum at spurt hjá kommunum og almennum stovnum, men tað er so í fyrsta umfari tær privatu fyritøkurnar, sum eru í skránni hjá Vinnuhúsinum, sum hava fingið spurnarbløð, sigur Ernst Jacobsen.
Talan er um fyritøkur, sum hava svarað, ið umboða eini 2600 starvsfólk, so tað er ikki so lítið heldur.
- Tað eru einir 24.000-25.000 starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum tilsamans, so kanningin umfatar góð 10% av arbeiðsmarknaðinum, vísir Ernst Jacobsen á.
Kanningin vísti, at fyritøkur við fleiri enn 51 starvsfólkum og fyritøkur við undir fimm starvsfólkum eru tær, sum ætla sær at vaksa komandi árini.
- Hetta er eisini nakað, sum vit ikki vistu framman undan. Tað eru smáar fyritøkur, við einum ella tveimum fólkum, sum kanska ætla sær at seta eitt ella tvey fólk aftrat, og tað er ein positiv gongd, heldur Ernst Jacobsen.

Ein góð hjálp
Hetta er sama gongdin sum í Danmark.
- Har eru tað smáu fyritøkurnar, ið vaksa og seta fleiri starvsfólk, og tað er ógvuliga positivt. Tað hevur eisini tann fyrimun hjá okkum, at nú kunnu vit fara til fyritøkur, sum siga seg vilja seta fleiri fólk, og bjóða teimum arbeiðsmegi frá ALS, sigur Ernst Jacobsen.
Talan er fyrst og fremst um fyritøkur, sum ætla sær at vaksa um framleiðslurnar.
- Tað er eitt ógvuliga gott signal at senda út, serliga í hesum tíðum við stagnatikón í búskapinum, sigur Ernst Jacobsen.
Heilar 55% av fyritøkunum ætla sær at menna nýggjar framleiðslur, og tað gevur eisini avbjóðingar hjá ALS.
- At tað eru nýggjar framleiðslur á veg á føroyska arbeiðsmarknaðinum er ógvuliga positivt, og so er spurningurin bara, um vit hava arbeiðsmegina til nýggju framleiðslurnar her á ALS. Tað vóna vit jú, sigur Ernst Jacobsen.
ALS hevur fingið meira ítøkiligt at vita frá fyritøkum, hvat tað er fyri førleikar, ið hesar ynskja.
- So vit hava fingið eitt amboð at arbeiða við, sigur Ernst Jacobsen.
Kanningin hevur givið svar upp á fleiri viðkomandi spurningar, og nú fara tey at nærlesa hana.
- Vónandi fáa vit eisini afturmeldingar frá vinnuni, tá tey hava lisið kanningina. Vit hava sjálvi roynt at fáa svar upp á ymsar spurningar, men tað er sum kunnugt altíð betri at vita enn at gita, og hendan kanningin hevur givið okkum eina breiða viftu av upplýsingum, sum heilt vist fara at hjálpa okkum í okkara arbeiði, sigur Ernst Jacobsen.