Tað er sera umráðandi, at tey, sum bjóða arbeiði út í Føroyum, gera sær stóran ómak at orða útbjóðingartilfarið soleiðis, at eisini føroyskar fyritøkur eisini hava ein møguleika at sleppa upp í part. Føroyskar fyritøkur skulu ikki útihýsast
Tað er sera umráðandi, at tey, sum bjóða arbeiði út í Føroyum, gera sær stóran ómak at orða útbjóðingartilfarið soleiðis, at eisini føroyskar fyritøkur eisini hava ein møguleika at sleppa upp í part.
Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, staðfest í løgtinginum.
Tað var Bjørt Samuelsen, sum fregnaðist hjá landsstýrismanninum um hesi viðurskifti, eftir at hon hevði sæð tilfarið, sum varð gjørt í sambandi við, at nýggjur terminalur skal gerast við flogvøllin í Vágum.
Eftir hennara tykki er krøvini til tann, sum kann bjóða upp á arbeiðið, so strong, at ongin føroysk fyritøka hevur nakran sum helst møguleika at sleppa framat.
Hon hugsaði í hesum sambandi um tær treytir ið verða settar til arbeiðsroyndir á
Landsstýrismaðurin sigur í hesum sambandi, at í løtuni situr ein arbeiðsbólkur og orðar ein almennan politikk á økinum og har verða hesi viðurskifti tikin við.
Hann sigur í sambandi við útbyggingina í Vágum, at hann hevur vent sær til Vága Floghavn um treytirnar til tey, sum sleppa at bjóða og síðani hevur nevndin endurskoða treytirnar so at eisini føroyskar fyritøkur hava ein veruligan møguleika at bjóða seg fram.
- Nú krøvini eru endurskoða, meti eg, at føroyskar fyritøkur eiga at hava líka góðan møguleika at bjóða seg fram sum útlendskar fyritøkur, segði Johan Dahl.
Hann sipaði til, at eitt nú eru fíggjarligu krøvini ikki so strong longur og harafturat hevur nevndin í Vága Floghavn eisini gjørt greitt, at atlit fara at verða tikin til, hvussu nógva føroyska arbeiðsmegi, tann, sum fær arbeiðið, ætlar at brúka.