Oljuráðstevna
Tann fyrsti av teimum seks, sum skuldu siga eitt sindur um luttøkuna hjá føroyskum vinnulívið í oljuvinnuni, var Jan Mortensen, stjóri fyri Vinnuhúsið hjá Føroya arbeiðsgevarafelag.
Hann bygdi sína framløgu á eina kanning, sum Vinnuhúsið hevur gjørt. Kanningin byggir á spurningar í sambandi við luttøkuna hjá føroyskum virkum í oljuvinnuni í Føroyum.
Spurnarbløð vórðu send út til 72 fyritøkur. 45 av hesum somu fyritøkum ella 63% svaraðu spurnarblaðnum frá Vinnuhúsinum. Hetta sigur so mikið sum, at tey, ið svaraðu, kanska ikki geva eina fullfíggjaðu mynd, men eru ein hampulig umboðan.
Leys svør
Av teimum 45 fyritøkunum hava 30 latið oljuvinnuni útbúnað ella vøru. Tann størsti parturin av fyritøkunum hava latið heilsøluvøru og tænastur. Tann størsti parturin av hesum veitingum fara til stóru veitarinar hjá oljufeløgunum og eitt sindur minni fer til oljufeløgini sjálvi. Til spurningin um, hvussu tað gekk við at fara í holt við oljuvinnuna. 40% av halda, at tað gekk væl. Hinvegin siga 17%, at tað gekk ikki væl. Tann størsti parturin, 43%, siga, at tað gekk soleiðis nøkulunda. Tað er torført at siga júst hvat, ið hetta sigur. Spurningurin er rímiliga leysur, og spurningartekin kunnu setast við, hvat størsti parturin, sum hevur svarað rímiliga væl meinar við hesum. Tað er sjálvsagt bert tey, ið hava tikið lut í oljuvinnuni, sum hava svarað hesum spurninginum.
Kanningin spyr eisini, hvørjum fyritøkurnar hava havt trupulleikar av. Størstu trupulleikararnir hjá fyritøkunum hava verið við útlendskari kapping og samskifti. Tað økið, sum føroyskar fyritøkur hava staðið seg best sambært kanningini, er innanfyri competence ella førleika. Allar fyritøkurnar vórðu spurdar henda spurning.
Góðska og Heilsa og umhvørvi hava givið fyritøkunum eitt sindur av trupulleikum. Størsti parturin av trupulleikunum koma undir bólkin eitt sindur av trupulleikum ella nógvir trupulleikar.
Ivasamt
Ein lítil triðingur av teimum føroysku fyritøkunu, sum hava verið við at veita til oljuvinnu, hava latið fyri yvir eina millóin krónur. 37 % av fyritøkunum hava latið vørur, tænastur og annað fyri undir hundraðtúsund krónur, og 23% hava latið fyri millum hundraðtúsund og fimmhundraðtúsund krónur. Á ráðstevnuni varð tað eisini ført fram av einum olufelag, at umsetningurin ímillum føroyskar fyritøkurnar hevði verið ógvuliga stórur, men hetta er eftir øllum at døma smábýtt.
Omanfyrinevnda svar ger tað kanska eisini lættari at skilja tann næsti spurningin í røðini. Spurninguri ljóðar, um fyritøkurnar hava fingið tað, ið tær høvdu væntað burturúr oljuvinnuni. Tær 45 fyritøkurnar geva eina ikki stórvegis positiva mynd. 12% havi fingið tað burturúr, ið tær høvdu væntað sær, áðrenn oljuvinnan kom til landið. 24% siga harafturímóti beinleiðis nei til spurningin, um hetta nýggja ævintýrið gav teimum tað, ið tey høvdu miðja ímóti. Tann stóri parturin, 64%, verða samlaði undir tí allýsandi svarinum: To some extent ella eitt sindur.
Bryggjukanturin
11 av teimum 45 fyritøkum siga beinleiðis eisini, at lóggávum um, at alt skal um føroyskan bryggjukant hevur als ongan týdning havt. 22 fyritøkurnar meta hetta lógarverk hava havt sera stóran týdning, og hinar 12 liggja einastaðni mitt ímillum. Fyritøkurnar hava heldur einki gott at bera lóggávuni, tá ið tað verður spurt, um hetta hevur økt um teirra førleika og møguleikan. Ein meirilutir av fyritøkunum, ið tóku lut kanningini, siga, at lógin hvørki hevur betra um teirra møguleikar heldur ikki teirra egna førleika. Hinvegin vilja so at siga allar fyritøkurnar varðveita lógarregluna um bryggjukantin.
Tað stutta av tí langa má vera, at trøini kanska ikki heilt náddu vegin fram niðan í himmalin í hesum umfarinum. Hvussu framtíðin háttar verður sjálvandi spennandi at vita.