Føroyskar fyritøkur sáldast frá

Er tað meiningin at útihýsa føroyskum fyritøkum frá møguleikanum at verða ráðgevarar, nú nýggj farstøð og annað skal byggjast á Vága Floghavn Tað er ein spurningur, sum Bjørt Samuelsen, tingkvinna, nú vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at svara.

Í hesum sambandi spyr hon eisini Johan Dahl, hvussu nógvar føroyskar fyritøkur, hann heldur, hava møguleika at sleppa framat hesi uppgávuni.

Hon sipar til tær treytir, sum verða settar til virkið, nú lýst verður eftir heildarráðgevara.

Eftir treytunum at døma, er tórført at fáa aðra fatan, enn at tilfarið er skrivað fyri stórar útlendskar fyritøkur við royndum at byggja flogvallarfarstøðir.

Í hesum sambandi sigur hon, at er eitt av krøvunum er, at umsøkjarin hevur royndir við flogvallabygging.

Hinvegin er tað ikki eitt krav, at umsøkjarin hevur royndir við bygging til føroyska veðurlagið.

- Tað er ikki so ofta, at nýggjur terminalur verður bygdur í Føroyum og tá ið royndir frá líknandi verkætlanum er fremsta krav fyri at sleppa framat uppgávuni, er tað at geva útlendskum fyritøkum rættindi framum føroyskar fyritøkur, sigur Bjørt Samuelsen.

Harafturímóti heldur hon, at skal føroyska vinnan mennast innanlands og uttanlands, má hon hava góðar møguleikar at bjóða seg fram til verkætlanir í Føroyum.

- Ikki minst áliggur tað almenna myndugleikanum at viðvirka heldur enn mótvirka hesum, heldur hon.