Eini seksti fólk høvdu leitað sær niðan í Glyvra Skúla fríggjadagin. Hesi fólk umboðaðu at kalla øll føroyskar fyritøkur. Tað var Transocean Sedco Forex(TSF), sum í samstarvi við Atlantic Supply Base og Vinnuhúsið, skipaði fyri fundinum. Fundurin var ein kunnandi fundur, har marknaðarleiðarin hjá TSF, Asbjørn S. Olsen, kunnaði um sjálva fyritøkuna, um hvørjar ætlanir teir hava í Føroyum og um hvønn leiklut føroyskar fyritøkur kunnu hugsast at koma at spæla í sambandi við virksemi hjá fyritøkuni í Føroyum. Fundurin fríggjadagin var eisini eitt høvi hjá føroyskum fyritøkum at vísa seg fram.
Risa fyritøka
Transocean Sedco Forex er ein risastór fyritøka. Fyritøkan er heldur eingin ársungi innan oljuvinnuna. Tað starvast fleiri enn 16.000 fólk hjá fyritøkuni. Fyritøkan hevur sæti í Houston, Texas. Eisini hevur deildir kring heimin, og virksemi við Føroyar hoyrir undir North Sea deildini, sum hevur sæti í Aberdeen. Fyritøkan hevur eitt samlað virði, sum liggur beint niðanfyri 16 mia. amerikanskar dollarar. Til sammetingar kann nevnast, at Statoil verður somuleiðis mett at hava eitt virði áljóðandi 16 mia. amerikanskar dollarar. Fyritøkan eigur fleiri enn 170 bori- og framleiðslueindir, sum umfata so at siga øll sløg.
Fyritøkan hevur bæði nógvar og drúgvar innan borivirksemi. TSF leggur serliga dent á at fáast við boringar av tí slagnum, sum verður rópt ?Deepwater? og ?Harsh Enviroment?, t.e. á djúpum havi og undir krevjandi umstøðum. Sovereign Explorer, sum í vikuni fer at gera innrás í Føroyum, er ein av nógvum sokallaðu High-Specification Semisubmersibles riggunum, sum verða nýtt til boringar á meiri djúpri leiðum. Sovereign Explorer er bygdur í 1984, men hevur fingið umfatandi byggiarbeiði gjørt tvær ferðir í hálvfemsunum. Sovereign Explorer er til støddar sum ein hampuligur fótbóltsvøllur.
Ongar sersømdir
Tá Sovereign Explorer í vikuni fer undir sítt virksemi við Føroyar, verður tað við Statoil sum leigara av rigginum. Statoil fer at hava nøkur eftirlitsfólk umborð, men annars verður tað Transocean, sum hevur alla ábyrgdina av borðingini. Starvsfólkið umborð telur eini 48 fólk, og eri hesi tey somu, ið vanliga eru við rigginum, tá hann ger boringar. Ì fyrsta atløgu vera so at siga ongir føroyingar við umborð. Tó er tað soleiðis, at tað vera nakrir føroyingar knýttir at rigginum í sambandi við catering.
Transocean ætlar at seta fleiri føroyingar í starv sum frálíður, men ætlar hinvegin ikki at koyra nakran úr starvi fyri at føroyingar skulu kunna koma umborð.
Asbjørn Olsen, marknaðarleiðari fyri norðsjógvin hjá Transocean, segði at føroyskar kunnu koma at gera seg galdandi innan tílíkar veitingar, sum umfata eitt sindur av útgerð, umframt veitingar av mati og onnur útgerð. Tann sokallaða serútgerðin verður ikki keypt úr Føroyum. Transocean hevur umfatandi avtalur við altjóða fyritøkur, sum lata útgerð og tænastur í sambandi við tann meira tekninska partin av boriarbeiðinum.
Asbjørn Olsen gjørt greitt á fundinum fríggjadagin, at tað er sera kostnaðarmikið at gera slíkar boringar. Kostnaðurin liggur um einar 250-300.000 amerikanskar dollarar um dagin. Hetta merkir at teir fyritøkur, sum kunnu hugsast at gerast veitarar av ymsum slag, skulu kunnu lata útgerð ella tænastur rættstundis og samstundis skal góðska verður í lagi. Her verða rættilia strong krøv sett. Asbjørn Olsen segði víðari, at teir eru áhugaðir at keypa so nógv sum gjørligt frá føroyskum fyritøkum, soleiðis at fyritøkan uppbyggir eitt gott samstarv við føroyskar fyritøkur og føroyska samfelagið sum heild.
Royna at fáa agentar
Transocean Sedco Forex kundi serliga hugsað sær at fingið sokallaðar ?agentar? í føroyum. Hetta skuldi verið eitt ella fleiri umboð, sum skulu syrgja fyri at riggurin ella riggarnir hjá fyritøkum fáa tær veitingar og tænastur, sum teir hava fyri neyðuni. Uppgávan hjá agentinum verður at samskipa keyp og fluttning, og at syrgja fyri at fáa best møguligan prís. Krøvini til agentin verða ásett alt eftir, hvussu høgt virði á veitingunum ella tænastuni er. Sum heild verða rættiliga hørð krøv sett, og hetta er tað sama sum Transocean hevur sett í øðrum londum, har teir hava virka.
Tá ein av fundarluttakarunum spurdi, um tað ikki kundi hugsast at føroyskar fyritøkur fóra at gerast veitarar av sertænastum og serútgerð, so segði Neil Cooper, ráðleggingar- og útvegingarleiðari hjá Transocean í norðsjógnum, at skulu føroyskar fyritøkur gera seg galdandi á hesum økjum, so verður neyðugt at gera samstarvs avtalur við stórar altjóða fyritøkur. Neil Cooper sigur víðari, at tað er væl møguligt at føroyskar fyritøkur koma at spæla ein størri leiklut á hesum økinum.
Ætlanin hjá fyritøkuni er at vera í Føroyum yvir eitt longri áramál, og ætlanin hjá fyritøkuni er, at føroysk arbeiðsmegi og føroyskar fyritøkur skulu integrerast í teirra virksemi so skjótt sum tað er fíggjarliga forsvarligt.