Føroyskar finnur leypa borg

Tað er umráðandi, at tað umboð, sum kallar seg hin føroyska røddin veruliga kennir og virðir hesa rødd. Hvør er hin føroyska røddin, og hvat sigur hon, um so var, at hon slapp til orðanna? Hvat hevði hon sagt á teirri fólkaatkvøðu, sum okkum var lovað? Hesin møguleikin varð tikin frá okkum, tí samgonguni manglaði dirvi, erligheit og virðing fyri egnum lyftum.Tey tordu ikki!

 

Flyta trupulleikan

Nú ætla hesi somu, at gerast føroyskar finnur á Fólkatingi. Nú skal telvast víðari og Fólkatingið vera pallur um tað, tey kalla fullveldisstríðið. Men hvar er stríðið, um so er, at tað er? Er tað ikki heima hjá okkum sjálvum og ikki á Fólkatingi? Í mai í ár varð samtykt á Fólkatingi, ikki bara av stjørnini, at føroyingar sjálvir avgera sína framtíð. At flyta trupulleikan niður á Christiansborg er, skulu vit halda okkum til spælireglur í talvi, ikki annað enn at leypa borg. Hetta verður gjørt langt aftaná at danir hava bjóðað remi, og leikur var lokin, um so var, at dirvi var at taka av hesum.

At trýsta, trútta og leika í á Fólkatingi um nakað, sum føroyingar ikki vilja vita av, er at vanvirða føroyingin.


Samstarv og loysnir

Javnaðarflokkurin vil hava samstarv, sum hava loysnir við sær og ikki klandur og stríð. Um tað ríkisrættarliga mugu vit sjálvandi fyrst av øllum semjast um heima hjá okkum sjálvum. Alt annað er tvætl. Ta semjuna megnaði samgongan ikki at fáa í lag. Helst tí, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru besta trygdin fyri, at einki hendir, og alt verður við tað gamla. Hesir báðir sita á hvør sínum boðskapi, sum við árunum eru vorðnir so mikið forkálkaðir, at verðin í teirra eygum er bara svørt ella hvít.

Javnaðarflokkurin hugsar ørðvísi. Vit vilja við fólkatingsumboðanini arbeiða fyri, at vit koma burtur úr naggatódnini og burtur úr samanbrestunum millum føroyskar og danskar myndugleikar og fram móti loysnum, sum eru í tráð við fólksins vilja.

Vel tí Javnaðarflokkin, sum í øllum lutum vil seta fólkið fyrst!