Føroyskar filmsverkætlanir fingið stuðul úr Danmark

Norddok hevur nú funnið fram til tríggjar filmsverkætlanir, ið fáa framleiðslustuðul komandi ár, og teirra millum er ein føroysk framleiðsla og ein donsk-føroysk framleiðsla.

Triðja framleiðslan, ið fær stuðul, er grønlendsk-donsk framleiðsla.

Føroyska filmsverkætlanin, ið hevur fingið stuðul, er Heartist, sum er ein dokumentarfilmur eftir Mariannu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi, sum verður framleiddur í samstarvi við Rógviper og Kykmyndir. Um verkætlanina sigur Norddok, at Heartist er ein estetiskur dokumentarfilmur, sum kannar neyðturviligheitina av list og javnvágina millum list og familjulív. Sigrun Gunnarsdóttir hevur fingið til uppgávu at skapa list til nýggja sjúkrahúsbygningin, og í tilgongdini hugleiðir hon um lívið og deyðan, og hvussu tað hevur ávirkað hennara list.

Pigen og Sølvdrengen, Gentan og Silvurdrongurin, er um Trygva Danielsen, sum man vera best kendur sum rappari og yrkjari. Cecilie Debell og Maria Guldbrandsø Tórgarð leikstjórna filminum, har vit fylgja Trygva Danielsen í royndini at sameina Trygva við Silvurdronginum saman við vinfólkum hansara. Filmurin verður framleiddur av Made in Copenhagen 2 í samstarvi við Kykmyndir.

Norddok hevur til endamáls at styrkja um kunnleikan til ríkisfelagsskapin, og letur í tí sambandi peningaligan stuðul til filmsverkætlanir í Grønlandi, Danmark og Føroyum.