Føroyskar familjur hava góðar vónir um framtíðina

Hetta seinasta hálva árið eru tekin um, at húsarhaldini í Føroyum hava bjartari vónir um framtíðina enn tær hava havt. Tað staðfestur Búskaparráðið í nýggju frágreiðing síni, sum er almannakunngjørd nú um dagarnar.

 

Búskaparráðið sipar her til treystitølini, sum er ein kanning við tí endamálið at vita, hvørjar vónir, húsarhaldini hava til framtíðina. Og ráðið staðfestur, at nú er vísa tølini, at tey halda, at støðan sær bjartari út.

 

Miðaltalið er sett til null, men í fíggjarkreppuni í 2008, og tey árini eftir tað, vóru vónirnar einki serligar og talið lækkaði til langt undir miðal.

 

Men so fór at ganga fram á aftur. Og í juni í 2014 var álitið størri enn nakrantíð, og tá var tað komið upp á 13. Talið helt sær nøkulunda javnt fram til juni 2017. Men í januar 2018 fall tað aftur munandi, niður á tvey, men síðani er tað komið upp aftur á 10.

 

Tað er eitt tekin um at hetta seinasta hálva árið hava føroysku húsarhaldunum aftur fingið bjartari vónir um framtíðina, sigur Búskaparráðið.