- Noreg og Svøríki eru frammaliga, Týskland og Holland eru tey stílfullu, og í USA eru bukettirnar stórar og ógvusligar, sigur Ida E. Kleiveland, sum starvast í Fípuni í SMS.
Rákið er at hava bukettir, sum eru gjørdar av blómum, men sum eru formaðar sum bolero, taskur ella hanga uppi á brúðrini.
Ida E. Kleiveland sigur, at arbeiði at gera eina brúðarbukett kann bæði vera tað stuttligasta og ræðuligasta arbeiðið hjá einum blómubindara.
- Um formurin ikki gerst tann rætti, og klokkan er trý um náttina, er tað ikki so stuttligt longur, sigur hon.
Prísurin á bukettinum er nógv tengdur at, hvørjar blómur verða nýttar. Ein rósa kostar 30 krónur, og við so dýrum blómum gerst prísurin skjótt høgur.
Rákið stýrur nógv, hvørjar blómur verða nýttar. Einasta, Ida ikki vil brúka í eini brúðarbukett, eru blómur, sum hava ein sterkan lukt!









