Lýsingar
Tá hølini í Havnar Bio tann 26. mai læta upp eftir eina ætlaða umvæling, verður fyri fyrstu ferð møguleiki at síggja føroyskar biograflýsingar.
Hvíta løriftið hevur í nógv ár verið brúkt í londunum kring okkum sum lýsingarmiðil, og sum heild hava lýsarar tikið væl ímóti hesum miðili.










