Til kappróðurin á ólavsøku í ár verða fyri fyrstu ferð í Føroyum føroyskar ballónir at fáa. Motivini eru eitt fitt lundapar í føroyskum klæðum.
Ballónirnar passa til konseptið at gera ólavsøkuróðurin til eitt tiltak fyri alla familjuna og leggjast aftur at øllum hinum tilboðunum, sum fyrireikararnir hava ment til tiltakið, har serliga barnalandið Homluland hevur verið sera væl umtókt. At tað er júst kappróðurin sum tjóðarítróttur, ið kemur við ballónunum, er heldur ikki av tilvild.
Tað er Gunn Sloan Müller, sum hevur sniðgivið nýggju ballónirnar.