Føroyskar bøkur á Google

Nú verða eisini føroyskar bøkur at finna í nógv umrødda bókasøluátakinum hjá Google, har fólk hava høvi at lesa ein part av bókunum á netinum

Føroya Skúlabókagrunnur hevur í dag sent ikki færri enn 904 ymsar føroyskar skúlabøkur til Kalifornia, har Google Book Search fer at skanna tær inn, so tær kunnu síggjast í einum lesieggjandi søluátaki á netinum.

Til ber at lesa minst 20% av hvørjari bók. Øll leitorðini verða tó virkin, tá leitað verður á Google.

Knýtt at øllum bókunum er leinkja til Bókamiðsøluna, ið selur bøkurnar.

Harafturat er møguleiki at síggja um eitt bókasavn í nánd, har tú býrt, hevur viðkomandi bók í útláni ella á lesistovu.