Aftur í ár skipar Rithøvundafelagið fyri Bókadegi í Norðurlandahúsinum, har ljós verður varpað á nýggjastu føroysku bókmentirnar.
Skráin í ár er sera fjølbroytt við millum annað upplestri, barnabókatiltaki og pallprátum um ymisk bókmentalig evni.
Eitt nú fer Súni Merkistein at práta við Onnu V. Ellingsgaard, journalist á Sosialinum, um at skriva um bókmentir og aðra mentan í føroysk bløð. Eisini fer hann at práta við Jóanes Nielsen um sjónleikagerð í Føroyum og yvirhøvur, og at enda er ein samrøða við Oddfríð M. Rasmussen um munin millum at skriva fyri vaksin og at skriva fyri børn og ung.
Norski umsetarin Lars Moa fer at siga nøkur orð um týðingararbeiði hjá sær og eitt sindur um útbreiðslu av týddum føroyskum bókum í Noreg.
Nicolina Beder fer at siga frá um søguna um føroysku ullina í sambandi við nýggju bók sína.
Nýggir tekstir hjá fleiri føroyskum høvundum fara at vera lisnir upp, í flestu førum lesa høvundarnir sjálvir.
Á barnatiltakinum verða nýggir tekstir hjá fimm høvundum lisnir, eisini her lesa flestu høvundarnir sjálvir. Janus á Húsagarði fer at siga frá um at myndprýða barnabøkur.
Tiltakið er skipað sum ein hugnalig felagsstund um bøkur, har møguleiki eisini er at fáa sær eitt hungaligt prát og keypa gløgg í Borðkrókinum. Rit & Rák er við á tiltakinum við øllum teimum nýggjastu bókunum og nógvir av høvundunum verða har og kunnu signera, um áhugi skuldi verið til tess.
Tað er Rithøvundafelagið, ið skipar fyri árliga Bókadegnum, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 15. november klokkan 15









