Ólavur í Beiti
Í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum, verður sagt, at bólkurin hevur seinasta hálva árið arbeitt saman við Oljumálastýrinum um vinnuligu ásetingarnar í samband við fyrsta útbjóðingarumfar í føroyskum sjóøki.
? Í løtuni arbeiðir bólkurin m.a. við at kanna bestu loysnina hjá føroyskari vinnu viðvíkjandi skráseting í veitaragrunnum í samband við útbjóðing av vørum og tænastum innan oljuvinnuna.
Skrásetingarskipan
Ein veitaragrunnur er ein skrásetingarskipan, har fyritøkur, ið ynskja at bjóða fram eina tænastu, hava møguleika til at verða skrásettar á ein ella annan hátt. Endamálið er, at brúkarnir (t. d. oljufeløg) av hesum grunni, lætt skulu kunnu fáa yvirlit yvir møguligar veitarar í samband við útbjóðing av tænastum.
? Innan oljuvinnu og aðrar vinnur er tað vorðið eitt krav til ein veitaragrunn, at hesin skal verða kostnaðareffektivur. Hetta merkir fyri brúkarnar at hann 1) er skjótur at leita í, 2) er lætt fatiligur og 3) bert gevur yvirlit yvir teir veitarar ið eru førir fyri at veita ta eftirspurdu vøruna/tænastuna.
Tvær veitaraskráir
Víðari verður greitt frá í tíðindaskrivinum, at fyri føroyskar fyritøkur ið ynskja at bjóða seg fram í føroyska økinum, norðsjónum og atlantsmótinum, eru tað serliga 2 veitaraskráir, ið eru áhugaverdar. Hesar eru tann norska Achilles og tann bretska 1stPoint assessment.
? Ein møguleiki er at skipa ein føroyskan veitaragrunn. Hetta vil kanska tryggja, at fleiri føroyskar fyritøkur eru við frá byrjan. Hugsast kann tó, at talið á føroyskum veitarum til oljuvinnuna ikki verður serliga høgt. Um vit siga, at uml. 100 føroyskar fyritøkur hava áhuga fyri at gerast veitarar, kann ein føroyskur veitaragrunnur lætt gerast ov kostnaðarmikil, í mun til ta nyttu hann gevur, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum.