Nú skal tað verða strangari at keypa og brúka byrsu í Føroyum.
Tað ætlar Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Eftir Ólavsøku fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tey, sum keypa byrsu, skulu fyrst á skeið í at læra seg at brúka hana og síðani skulu tey hava vápnaloyvi frá fútanum.
Lógaruppskotið er skrivað og sent til hoyringar hjá myndugleikum, feløgum og øðrum, sum kunnu hugsast at hava áhuga í málinum.
Fyri at keypa byrsu í dag, er einasta krav, at ein er minst 18 ár
- Hetta er óheppið, tá hugsað verður um, hvussu vandamikil vápn eru, heldur Kári P. Højgaard.
Tí heldur hann, at tað er rætt at krevja, at tey, sum keypa sær byrsu, skulu hava vápnaprógv og tað kunnu tey fáa við at fara á skeið í at brúka byrsu.
Skeiðið skal vera minst seks tímar í teori og tveir tímar í skjóting. Enn er ikki avgjørt, hvør skal skipa fyri skeiðunum, men tað kunnu vera skjótifeløg ella onnur.
Tá ið byrsuprógvið er lokið, skal tann, sum vil hava byrsu, eisini søkja fútan um vápnalovyi.
Men metir fútin, umsøkjarin verður til ampa og vanda fyri seg og onnur, um hann fær byrsu, kann hann nokta at ganga umsóknini um vápnaloyvi á møti.
Ein orsøk til tað kann vera, at umsøkjarin hevur framt slíkt brot á revsilógina, at hann má metast at vera óegnaður at eiga byrsu.
Ein onnur orsøk kann vera, at umsøkjarin hevur sálarligar trupulleikar.
- Tískil verður tað eritt krav, at fútin kannar revsiváttanina hjá teimum ið søkja um vápnaprógv, sigur landsstýrismaðurin.
- Er tøkiligur vandi fyri, at viðkomandi ikki er egnaður at eiga byrsu, skal fútin nokta fyri at útskriva vápnaprógv.
Samstundis kann fútin eisini taka eitt vápnaprógv aftur, tá ið umstøðurnar tala fyri tí og mett verður, at ein, sum hevur fingið prógv, onkusvegna ikki longur er egnaður at hava byrsu.
Vápnaprógvið og loyvi skulu endurnýggjast við jøvnum millumbili, kanska fimta hvørt ár, men tá ið vápnaprógvið verður endurnýggja, skal skeiðið í mesta lagi tak fýra tímar.
Hetta verður kortini ikki galdandi fyri Luftbyrsur, fjarðabyrsur og byrsur, sum verða brúktar í samband við slakt.
Tey, sum longu eiga byrsu, sum tey brúka, fáa eina skiftistíð uppá eitt ella tvey ár at útvega sær vápnaprógv og loyvi. Í hesum tíðarskeiði kunnu tey fáa eitt fyribils vápnaloyvi til tær byrsur, tey eiga, men tey kunnu ikki útvega sær nýggjar byrsur.
Hjá teimum, sum liggja inni við eini byrsu, tey ikki brúka, hava ikki fyri neyðini at útvega sær prógv og loyvi, men fara tey at skjóta, skulu tey hava viðurskiftini í ordan fyrst.
Savnsmynd.