Føroyska Vígdis átti mest sannførandi framførsluna

Tá nýggja dansisendingin á Kanal 5 varð send fyrstu ferð í gjárkvøldið, var tað við føroyskari luttøku. Aigast má, at føroyska Vígdis Hentze Olsen kláraði seg stak væl, dómararnir kallaðu hennara framførslu tí mest sannførandi á degnum


Fyrsta sendingin í røðini Kan Du Danse? varð send í gjárkvøldið á Kanal 5. Tey trý Toniah Pedersen, Niclas Bendixen og Kenneth Kreutzmann tóku ímóti dansiglaðum unglingum í fyrsta undanumfarinum, ið varð hildið í Amager Bio í Keypmannahavn. Hetta var fyrsta royndin at finna tey røttu til at kappast um heiðurin, besti dansari í Danmark, kr. 250.000 og møguleikan fyri yrkisleið sum dansari uttan fyri Danmark.
Nógvir dansarar, summir dugnaligir og aðrir minni dugnaligir royndu seg framman fyri dómsnevndini, við heimagjørdari koreografi og dansi til tónleik, ið tey sjálvi høvdu valt. Tá føroyska Vígdis Hentze Olsen koma á pallin framman fyri dómsnevndini, var týðiligt at síggja, at dómsnevndin hugnaði sær. Eftir framførsluna vóru tey fáorðaði, men orðini vóru stór, tey søgdu við hana, at hon var nógv tann mest sannførandi dansarin, ið tey høvdu sæð hendan dagin.
Vígdis slapp uttan trupulleikar gjøgnum nálareyga, og saman við 29 øðrum dansarum, var hon send á ein 4 dagars dansiverkstað, umframt hesi 30 sum komu víðari í fyrsta undanumfari,  luttaka eisini tey, ið verða vald í út á hinum trimum undanumførunu á verkstaðin.. Har verða dansararnir vandir og royndir av nøkrum av bestu dansilærarunum og koreografunum innan nógvar ymiskar dansigreinir. Tá teir 4 dagarnir eru farnir, verða teir 8 dugnaligastu menninir og 8 tær dugnaligastu kvinnurnar valdar út, og hesi skulu luttaka í teimum sjey beinleiðis sendingunum fram ímóti endaligu kjósanini av endaliga vinnaranum.
 Vígdis Hentze Olsen er ikki heilt óroynd sum dansari. Fyrr í summar hevði Dimmalætting viðtalu við Vígdis. Har bar m.a. til at lesa, at hon fór 15 ára gomul úr Føroyum fyri at royna at fáa gongd á eina yrkisleið sum dansari, eftir háskúla á Fjóni fór hon á grundútbúgving innan dans í Keypmannahavn, áðrenn leiðin gekk til Svøríki, har hon í juni í ár tók hon prógv sum yrkisdansari á Ballettakademinum í Göteborg. Umframt prógvi, var hennara avrik somikið gott, at hon varð vald ársins dansari á skúlanum.
Í løtuni býr Vígdis í Keypmannahavn. Luttøkan í Kan Du Danse? er ein stórur møguleiki hjá Vígdis, sum í samrøðuni við Dimmalætting, lýsti sína gleði um dansin á hendan hátt:
- Tað er heilt ótrúligt, hvussu nógv menniskjakroppurin kann úttrykkja og siga. Eg brenni fyri dansi og gevi alt eg eigi, tá eg eri á pallinum soleiðis, at áskoðararnir kunnu fáa mín boðskap at vita.
Fleiri føroyskar gentur hava luttikið í Kan Du Danse? kappingini í ár. Undanumførini vórðu filmaði í summar. M.a. hevði útvarpið herfyri samrøðu við Dianu, ið er kend úr dansibólkinum The Black & White Crew, hon hevði tá luttikið, ið einum undanumfari, ið tó ikki er sent enn.