Oljuframtíð
Umleið 120 útlendskir og føroyskir granskarar og serfrøðingar á oljuøkinum fara í dag og mikudagin at seta hvørjum øðrum stevnu í Norðurlandahúsinum. Talan er um eina ta størstu fakligu ráðstevnu, sum nakrantíð hevur verið fyriskipað í Føroyum. "Faroe Islands Exploration Conference" skal vera við til at seta fokus á føroyska landgrunnin sum eitt spennandi og áhugavert leitiøki fyri altjóða oljufeløg í framtíðini eisini.
Endamálið við ráðstevnuni, sum Jarðfrøðissavnið og Oljufyristingin stíla fyri, er at savna fakfólk at tosa um jarðfrøðina á føroyska landgrunninum, olljuleiting undir basaltinum og møguleikarnar og avbjóðingar annars viðvíkjandi oljuleiting í Føroyum í framtíðini.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfrøðissavninum og Oljufyrisitingini er sera fegin um stóru undirtøkuna, sum ráðstevnan fær. Hon er so eisini ein stór avbjóðing fyri føroyingar, sum arbeiða við jarðfrøði og oljuspurningum. Føroyingar skulu hava tríggjar framløgur á ráðstevnuni og viðgongur Sigurð í Jákupsstovu, at hetta er ein positiv avbjóðing. Nógv orka fer til at fyrireika hetta. So ein kann siga, at ráðstevnan líkasum skuggar eitt sindur fyri sjálvari 2. útbjóðing, sum kortini liggur í tryggjum hondum í Vinnunevndini til viðgerð.
Hóast talan er um eina fakliga ráðstevnu, so ivast Sigurð í Jákupsstovu ikki í, at okkurt spennandi fer helst at spyrjast burtur úr. Talan er jú um fleiri av heimsins fremstu serfrøðingum í basaltspurningum og innan jarðfrøði sum heild. Granskararnir og serfrøðingarnir, teir flestu jarðfrøðingar og jarðalisfrøðingar og við hollari vitan til undirgrundarmál og harvið eisini til framtíðar oljuleiting, koma úr Bretlandi, Noregi og Danmark og øðrum londum við. Teir umboða oljufeløg, lærdar háskúlar, granskingarstovnar og myndugleikar. Hóast basaltspurningurin er ein av spurningunum, sum verður viðgjørdur, so er tað kortini alt Føroyaøkið sum heild, sum fer at vera undir sjóneyku. Her ikki minst spurningurin um, hvat er undir basaltinum.
Tað er so heldur eingin loyna, at okkara oljumyndugleikar brúka hesa ráðstevnuna sum eina roynd at fáa fokus á Føroyaøkið eisini við eini 2. útbjóðing fyri eygað. Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tað er ikki óvist, at oljufeløg og teirra granskarar vilja finna svar og kunna brúka svar frá Føroyaøkinum í øðrum økjum kring heimin eisini. Tvs. at henda ráðstevnan ikki bert fer at snúgva seg um avbjóðingar á okkara øki men avbjóðingar, sum líknandi jarðfrøði hevur nógva aðrataðni við. So royndirnar, sum kunnu gerast her, kunnu eisini brúkast aðrastaðni, har tað finnast trupul øki í sambandi við oljuleiting. So tað er ikki óhugsandi, at føroyskir landgrunnurin og Føroyar kunnu gerast ein framtíðar royndarstøð fyri gransking í sambandi við basalt og serstøku jarðfrøðina her.










