ALMENNUR FYRILESTUR verður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum týsdagin 30. oktober 2001 kl. 15.00.
Morten Sparre Andersen, gestaprofessari í jarðalisfrøði á Fróðskaparsetrinum, heldur starvstøkufyrilestur, ið hann kallar: Færøplatformen gennem 65 millioner år.
Morten Sparre Andersen er professari í jarðalisfrøði; hann er serfrøðingur í jarðfrøðini við Føroyar og Rockall økið. Hann er nýliga settur í starv sum gestaprofessari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Í fyrilestrinum fer Morten Sparre Andersen at greiða frá týðandi tilburðum á Føroyapallinum tey seinastu 65 milliónir árini, soleiðis sum tey eru til skjals í granskingini tey seinastu árini. Hann fer at viðgera nøkur av granskingar- og kanningarháttaløgunum, og at enda fer hann at nema við fram-tíðarperspektivini hjá jarðfrøðiligu og jarðalisfrøðiligu granskingini á Føroyapallinum.










