FÓTBÓLTUR
Føroyska felagið á Amager hevur ikki longur kós ímóti bestu deildini í Danmark. Fíggjarligt ódnarveður hevur gjørt av við FC Amager, og spennandi ætlanin við føroyskum íleggjarum og føroyskum spælarum endar nú við húsagangi.
Síðstu vikurnar hevur FC Amager stríðst fyri at yvirliva. Oddsini vóru ikki tey bestu, og í farnu viku viðurkendi stjórin Todi Jónsson, at nú megnaðu tey akkurát at hanga í við tí uttasta á neglini. Um vikuskiftið misti FC Amager takið, og í dag hevur felagið boðað Sjó- og Handilsrættinum frá, at tað fer á húsagang.
FC Amager, sum er ein samanlegging av feløgum á Amager, fekk ikki ta undirtøku frá vinnulívinum, sum vónað varð, og nú búskaparkreppan eisini fór at gera um seg, var trýstið á FC Amager so stórt, at felagið hóraði ikki undan.
Inntøkur og gjaldføri vóru ikki til staðar til at halda fram, og tað eydnaðist ikki at finna eina loysn á trupulleikunum.
– Sum støðan er blivin, duga vit ikki at síggja, hvussu vit kunnu reka felagið víðari. Vit eru sjálvandi sera kedd av støðuni, og tað er keðiligt, at vit ikki náddu okkara dreymum og visjónum fyri felagið. Eg vil gjarna takka okkara samstarvsfeløgum, stuðlunum og ikki minst teimum trúføstu áskoðarunum, sum hava bakkað okkum væl upp, sigur Todi Jónsson, stjóri í FC Amager.
Standa uttan felag
Tríggir ungir føroyskir spælarar hava sáttmálar við FC Amager, nú felagið fer á húsagang. Hans Jørgensen av Skála, Páll Klettskarð úr Klaksvík og Erling Jacobsen úr Gøtu hava í sløk tvey ár verið í FC Amager, og síðstu tíðina hava teir fingið alt meira spælitíð á besta liðnum.
Nú standa teir tríggir føroyingarnir uttan felag, og óvist er enn, hvar teir nú fara at spæla fótbólt. Ein møguleiki er at leita heimaftur til Føroya at spæla, men møguliga kunnu teir finna sær nýtt felag í Danmark.
Todi Jónsson hevur verið stjóri í felagnum, men hann kann nú leita sær eftir nýggjum avbjóðingum. – Fyrstu tíðina fari eg at taka mær av løttum, og so má eg umhugsa, hvat eg skal fara í holt við, sigur hann.
Hugaliga ætlanin á FC Amager kundi endað við tí heilt stóra og spennandi fyri føroyskan fótbólt, men tað verður so ikki á hesum sinni, at føroyingar fáa eitt felag í bestu donsku fótbóltsdeildini.